Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin á ráðharrafundi um útbúgving og gransking

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur verið á norðurlendskum ráðharrafundi innan útbúgving og gransking (MR-U). Ráðharrafundurin varð hildin í svenska stjórnarbygninginum Rotundan í Stockholm 17. apríl.

Á fundinum umrøddu ráðharrarnir norðurlendska granskingarsamstarvið, og hvussu vit á fíggjarøkinum stigvíst kunna lata meira upp í mun til gransking. Eisini var umrøða av einum máli um samstarv, arbeiðsbýti og miðsavnan á hægri útbúgvingarøkinum.

Framtíðarlandslagið á norðurlendska universitetsøkinum var til kjak og umrøðu.

Lauritz Holm Nielsen, rektari á Aarhus Universiteti, helt eina áhugaverda framløgu um menningina av norðurlendsku universitetum. Framløgan var m.a. um, hvussu norðurlendska universitetsøkið sær út í dag, og hvussu hetta kann hugsast at síggja út um 20 ár. Norðurlendsku universitetinini eru í dag millum heimsins bestu, norðurlendskir granskarar eru sera ofta endurgivnir, og norðurlendsku universitetini hava verið rímiliga lítið ávirkaði av fíggjarkreppuni í heiminum, so støðið er gott at byggja víðari á, og ráðharrarnir høvdu eitt áhugavert kjak.

Yrkisútbúgvingarøkið var eisini á skránni. Kjakast var um týdningin og góðskuna av yrkisútbúgvingum, hvussu yrkisútbúgvingarnar kunna gerast meira áhugaverdar og hvussu fráfall kann fyribyrgjast. Jurgen Hoschinegg frá Útbúgvingar- og mentamálaráðnum í Eysturríki hevði framløgu um yrkisútbúgvingarøkið í Eysturríki.

Í Eysturríki hava tey bæði lærlinga¬útbúgvingar og skúlagrundaðar yrkisútbúgvingar á ymiskum støði og stigum. Eysturríki hevur eina sera høga bruttotjóðarútøku (millum top 5 í Evropa og millum top 10 í OECD), og hevur lágt arbeiðsloysi (undir 5 %) og lutfalsliga lágt ungdómsarbeiðsloysi. Eysturríki hevur serliga lagt seg eftir at menna yrkisútbúgvingarøkið, og verður hetta mett sum ein høvuðsorsøk til góðu fíggjarstøðuna.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at hetta var ein áhugaverdur ráðharrafundur, sum gav góðan íblástur, nú vit endurskoða okkara egna yrksiútbúgvingarøkið. Næsti ráðharrafundur innan útbúgving og gransking verður í Íslandi á vári 2014.