Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaðurin á JobMatch

Røða, sum Johan Dahl helt í samband við, at JobMatch varð sett Góðu gestir og fyriskiparar - góðu øll somul!

JobMatch er eitt tiltak, sum peikar frameftir, og sum landsstýrismaður í vinnumálum eri eg glaður fyri hetta tiltak.

JobMatch verður hildiðá fjórða sinni, og tað man vera tekin um, at gott grundarlag er fyri tiltakinum.

- - -

Í dagsins samfelag skulu vit menna og flyta okkum alla tíðina og skjótari enn nakrantíð – bæði sum einstaklingar og fyritøkur, stovnar og felagskapir - og sum land.

Tí er tað avgerandi at seta fólkini við røttu førleikunum, og at fólk finna størv, ið hóska til teirra.

Við øðrum orðum skal samsvar vera millum einstaklingin og starvið. Førleikar og førleikakrøv skulu sampakka. Har skal verða eitt Job-Match.

- - -

Í Føroyum hava vit nógv at bjóða útisetum, og arbeiðsmarknaðurin er spennandi. Her eru nógvir møguleikar, og tað er á mangan hátt ein fyrimunur, at vit eru ein lítil ella fáment tjóð. Her hava fólk høvi at royna seg, og í nógvum størvum eru nógvar ymsar avbjóðingar. Á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum skalt tú fevna vítt, og tað merkir, at tú fært høvi at royna nógvar ymsar førleikar. Tað er ein góð barlast á yrkisleiðini.

Steve Jobs, sáli, er ein fyrimynd hjá nógvum, og hann vísti á týdningin á at hava ymiskar royndir:

A lot of people in our industry haven't had very diverse experiences. So they don't have enough dots to connect, and they end up with very linear solutions without a broad perspective on the problem. The broader one's understanding of the human experience, the better design we will have.

- - -

Viðhvørt kundu vit í Føroyum dugað betur at varpað ljós á fjølbroyttu møguleikarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Tann, sum hyggur, sær stóra menning:

• Á heimsstigi eru vit leiðandi í alivinnuni - bæði innan vitan, framleiðsluroyndir, góðsku og nýskapan. Framskygni og gransking dríva alivinnuna upp eftir menningar-stiganum.

• Frálandavinnan veksur. Nýggj størv krevja útbúgvin fólk. Her er talan um størv “úti á markini”, men eisini innan leiðslu og fyrisiting. Mín stóra vón er, at kvinnur í størri mun enn higartil fara at bjóða seg fram í frálanda- og oljuvinnuni.

• Føroyar raðfesta ferðavinnu høgt. Hetta eru ikki bara orð, og játtanin til marknaðarføring hjá Ferðaráðnum er frá 2013 tvífaldað. Stórir møguleikar eru í ferðavinnuni, og brúk er fyri fólki við førleikum til at vera við til at menna vinnuna.

• Á KT-økinum er ein áhaldandi menning. Vit arbeiða við at seta í verk Digitalan Signatur , og tað setur krøv til føroysku KT-vinnuna um at menna skipanir til tað almenna og vinnulívið.

• Ein vakstrarvinna, har møguleikar eru hjá útbúnum fólki, er orkumenning – og her serliga innan grøna orku.

• Eisini innan matvøruvinnuna og tøkniliga menning innan fiskivinnuna eru spennandi møguleikar, tí Føroyar eru fyrst av øllum ein matvøruframleiðandi tjóð, og setir hetta stór krøv til okkara.

• Í almenna geiranum er eisini tørvur á fólkum við viðkomandi førleikum og útbúgvingum - eins og vinnulívið hevur spennandi og mennandi faklig umhvørvi

Soleiðis er støðan, og møguleikarnir eru nógvir.

- - -

Tað er ábyrgdin hjá almenna myndugleikanum og privata vinnulívinum at selja seg.

Vit skulu seta orð á tað, sum vit duga væl, og bjóða okkum fram sum arbeiðsmarknaður.

Líka týðandi er tað, at útisetar eru fúsir at síggja møguleikar, bjóða seg fram og selja sínar førleikar.

Báðir partar - arbeiðsgevari og arbeiðstakari - mugu gera sær ómak.

- - -

Tað er onki dulsmál, at vit í Føroyum vilja hava fleiri av tykkum - útisetunum - at venda heim aftur til Føroya. Ikki minst vilja vit, at kvinnurnar velja Føroyar eftir loknan lestur. Vit hava jú eitt stórt undirskot av kvinnum, og tað er ein álvarsom hóttan ímóti okkara framtíðar tilveru her á landi. Brúk er fyri tykkum til at mynda framtíðina í Føroyum.

Eg kann kunna tykkum um, at Í løtuni arbeiðir ein arbeiðsbólkur við einari heildarætlan fyri, hvussu vit kunnu venda fráflyting til fólkavøkstur. Heildarætlanin skal verða liðug 1. apríl 2013, og nógv eru spent uppá úrslitið.

Sjálvur vil eg leggja dent á, at gjøgnumføra skilagóð tilmæli skjótt og væl.

Arbeiðsbólkurin hevur m.a. gjørt samrøður við fokusbólkar - bæði við útisetar og við fólk í Føroyum.

Eitt, sum kemur fram – og sum tit kanska kenna aftur – er, at útisetar kenna tað trupult at knýta faklig sambond í Føroyum. Eisini er avbjóðandi at knýta bond við føroyska arbeiðsmarknaðin.

Vit skulu hava brain gain og ikki brain drain.

Tí eri eg sera fegin um JobMatch. Her kunnu sambondini knýtast, og her fæst samband millum vitanartilfeingið uttan fyri Føroyar og arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.

Soleiðis eigur tað at vera!

Lat meg enda við at ynskja tykkum øllum góða eydnu í dag - og eitt gott nýggjár til okkum øll.

Takk fyri!