Landsstýrismaðurin á almennari vitjan í Suðuroynni
Fríggjadagin, 12. februar var Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum á almennari vitjan í Suðuroynni. Snúningspunktið á ferðini var í høvuðsheitum útbúgvingarøkið - og vitjað varð á fleiri útbúgvingarstovnum í oynni
Tíðindaskriv
Vitjanin byrjaði í Vági, har býráðið hevði boðið til fundar.
Síðani varð farið á gátt hjá Ítróttaháskúlanum, har tey vístu landsstýrimanninum runt í nýggja næmingaheiminum, sum júst er bygt til skúlan.
Í Hovi vitjaði landsstýrismaðurin fyrst Miðnámsskúlan og síðani Heilsuskúlan, har hann millum annað varð upplýst um spildurnýggju námsfrøðihjálparaútbúgvingina, sum á fyrsta sinni tók næmingar inn í fjørheyst.
Á Tvøroyri varð fyrst vitjað á nýggja eftirskúlanum, og dagurin endaði á Skjalasavninum á Tvøroyri, sum í nøkur ár er rikið eftir eini royndarskipan. Nú skal ein leistur finnast fyri, hvussu virksemið skal skipast frameftir.