Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrismaður avvísir pástandir

Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin hava handlað heilt eftir bókini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú ein privatpersónur er komin við pástandum um løgmann og landsstýrismannin í einum máli um Vinnuframagrunnin Vinnumálaráðið hevur í dag latið løgmanni frágreiðing um, hvussu málið um Vinnuframagrunnin er handfarið og avgreitt frá ráðsins og landsstýrismansins síðu.

Orsøkin er, at ein privatpersónur nú leggur løgmann og landsstýrismannin í vinnumálum undir at breiða út yvir óreglusemi í Vinnuframagrunninum.

- Uppáhaldini vil eg staðiliga avvísa, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Hóast frágreiðingin til løgmans ikki er fevnd av lógini um innlit í fyrisitingina, hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum tikið avgerð um, at frágreiðingin skal almannakunngerast.

- Opinleiki er besti heilivágur móti slíkum uppáhaldum, og nú hava øll møguleika at seta seg inn í málið. Bæði Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin hava handlað heilt eftir bókini, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Frágreiðingin kann takast niður her: http://www.vmr.fo/