Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýriskvinnan skipað fyri tiltaki saman við Bakkafrost um rúmligan arbeiðsmarknað

Mánakvøldið 15. apríl skipaði landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen saman við Bakkafrost fyri tiltaki fyri privatar arbeiðsgevarar um rúmliga arbeiðsmarknaðin. Bakkafrost var vertur fyri tiltakinum, og stórur áhugi var millum innbodnu arbeiðsgevararnar.

Endamálið við fundinum var at umrøða nýggju lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk og hoyra frá arbeiðsgevarunum, hvørjar royndir teir hava á økinum. Landsstýriskvinnan var í mars í ár á Tvøroyri við líknandi tiltaki fyri arbeiðsgevarar í Suðuroy. Hesaferð var tiltakið fyri arbeiðsgevarar í Eysturoy og Norðuroyggjum.

Fleiri áhugaverdar framløgur vóru um, hvussu arbeiðsgevarar eru við at lyfta uppgávuna um at skapa ein rúmligari arbeiðsmarknað, eins og Almannaverkið greiddi frá amboðunum í nýggju lógini. Eftir framløgurnar var eitt hugvekjandi kjak um, hvussu tað almanna og vinnan í felag kunnu verða við til at skapa ein rúmligari arbeiðsmarknað og fyribyrgja, at fólk enda uttanfyri arbeiðsmarknaðin.

Eftir tiltakið vóru øll á einum máli um, at tiltakið var sera væl eydnað, og arbeiðsgevararnir vóru jaligir í mun til møguleikarnar í nýggju lógini. Ætlanin er eisini at skipa fyri líknandi tiltaki í høvuðsstaðarøkinum.