Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýriskvinnan í kommunumálum ætlar at skerja demokratisku rættindi hjá borgarstjórum

Kommunufelagið hevur á borgarstjórafundi viðgjørt ætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni í kommunumálum at skerja rættindi hjá borgarstjórum at taka sæti í løgtinginum. Kommunufelagið kann á ongan hátt góðtaka, at landsstýriskvinnan stutt undan einum løgtingsvali og uttan neyvari viðgerð - og helst eisini uttan nakra politiska undirtøku -borðreiðir vil tílíkum.

Borgarstjórar og veljari skulu avmarkast
Sambært miðlunum ætlar landsstýriskvinnan sær at leggja uppskot fyri løgtingið á Ólavsøku um at broyta kommunulógina soleiðis, at tað ikki fer at bera til at vera borgarstjóri og løgtingslimur. 

Hóast fólk hava valt ein persón í eitt kommunustýri, sum síðan hevur fingið álit frá øðrum fólkavaldum í kommunustýrinum til at gerast borgarstjóri, umframt at veljararnir hava valt viðkomandi á ting, so ætlar landsstýriskvinnan í kommunumálum at tileinkisgera hesa álitisváttan við eini lógarbroyting. Spyrjast kann tí av røttum, um landsstýriskvinnan í kommunumálum ikki hevur álit á kommunustýrum ella kommunustýrislimum sum heild, ella bara ikki hevur álit á, at veljarin velur tann rætta. 

Kommunufelagið er sera ivasamt í mun til ætlaðu broytingina. Ikki tí - tað kann lætt grundgevast fyri, at støður kunnu koma í, har einstaklingur fær trupult við at leggja fulla orku í báðar sessirnar um somu tíð. Kortini metir Kommunufelagið, at tað av ymiskum orsøkum er óheppið, at landsstýriskvinnan ætlar at broyta hesar reglur, bæði sum heild, men eisini orsakað av løtuni, nú beint upp undir eitt løgtingsval.

Fyrst er at siga, at tað sum heild er ivasamt, hvussu skilagott tað er at leggja fólkaræðisligu spælireglurnar í so trongar karmar, sum ætlaða lógarbroytingin ber boð um. Frægari er at hava so mikið av áliti á veljarunum, at teir sjálvir duga at skyna á, hvørja ætlan eitt valevni hevur við sessinum, og hvørt viðkomandi valevni man fara at megna at røkja sessin. 
Í okkara grannalondum tekur veljarin sjálvur avgerð í hesum spurningum, heldur enn, at lóggávuvaldið “hjálpir” veljaranum í so stóran mun, at hann enntá ikki sleppur at velja sama persón til tveir ymiskar fólkaræðisligar sessir. Har finna hesi viðurskifti sína natúrligu legu eftir politiskum siðvenjum (t.d. í Íslandi, Norra og Danmark), heldur enn við løgfrøðiligum avmarkingar.

Í Føroyum er harumframt mangan trupult at fáa dugnalig fólk at stilla upp, og tað er ein royndur lutur, at mong valevni til løgtingið frammanundan hava fingið sínar politisku royndir í kommunala geiranum. At tað skal vera skilagott at útiloka nøkur av frægastu valevnunum frá kommunala geiranum vegna tað, at viðkomandi samstundis eru borgarstjórar, er ilt at síggja.

Broytingar av týðandi lóggávu
Enn meira týðandi er, at løgtingsvallógin og ásetingar í øðrum lógum, sum § 6, stk. 2, í kommunustýrislógini, ið leggja støðið undir grundleggjandi demokratisku spælireglurnar, í mongum fremmandum skipanum er partur av grundlógini og tí ikki kunnu broytast uttan eftir serliga væl umhugsaða og neyva viðgerð. Vit síggja líknandi fólkaræðisliga ásannan í § 5, stk. 1 í sjálvari kommunustýrislógini, har ásett verður, at samtykt ella broyting av kommunustýrisskipan skulu hava tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. 

Hetta er prógv um, at broyting av grundleggjandi reglum um val, sum henni í § 6, stk. 2, í kommunustýrislógini, er at samanbera við eina stýrisskipanarliga broyting, ið ikki eigur at skrumblast í gjøgnum stutt upp undir løgtingsval, men eigur at fáa serliga drúgva og gjølliga viðgerð.

Tá uppskotið til kommunustýrislóg varð lagt fyri løgtingið í 2000, fevndi tað um eitt serligt og víttgangandi krav, har borgarstjórar skuldu leggja alt sítt borgarliga yrki til viks fyri at røkja borgarstjórastarvið til lítar. Slíkt krav er ikki vanligt og ikki kent í t.d. Danmark, har føroyska kommunulóggávan hevur sína greiðu fyrimynd og annars er avritað frá. 
Henda víttgangandi áseting stavaði frá álitinum og tilmælinum hjá kommmununevndini, sum tá uttan nakrar serligar viðmerkingar mælti til, at borgarstjórar løgdu frá sær vanliga starvið og øll álitisstørv, sum ikki beinleiðis høvdu við starvið sum borgarstjóri at gera. 
Í uppskotinum til endaligu kommunustýrislógina varð hetta linkað eitt vet, við tað at kravið varð avmarkað til borgarstjórar í fullum starvi og kommunustýrini fingu heimild at loyva borgarstjóra at taka við t.d. løgtingssessi og fólkatingssessi. 

Kravið um at leggja borgarliga starvið frá sær var tá grundað við, at borgarstjórastarvið í stóru kommununum gjørdist fulltíðarstarv. Tað vóru tískil ikki stýrisskipanarlig ivamál, ið reistu spurningin, hvørt tað ber til at røkja eitt borgarstjórastarv og ein løgtingssess um somu tíð.

Kommunufelagið heldur ikki, at tað er rætt at herða kommunulógávuna hesum viðvíkjandi, tí verður hugt at hesi serreglu, sum er í § 6, stk. 2, 4. pkt., so er í so máta eins nógv, sum talar fyri at taka hetta serliga og víðgongda kravið heilt burtur. 

At lóggeva beint uppundir val
Kommunufelagið metir tað heldur ikki vera rætt at hava serreglur og avmarkingar fyri ávísar samfelagsbólkar og rætt teirra at verða valdar ella at taka við vali til løgtingið. Slík grundleggjandi viðurskifti eiga at vera skipað eftir eini heildarmeting fyri allar samfelagsbólkar og øll yrki, um aðrar reglur skulu til enn tær, sum longu er í vallóggávuni.

Tíverri eru vit í Føroyum alt ov illa roynd av, at politikarar ikki virða tað, sum í øðrum londum verður mett at hoyra til vanligar fólkaræðisligar mannagongdir, eitt nú at grundleggjandi spælireglur ikki skulu broytast í evsta tíma upp undir val. Dømi um hetta var ikki minst í 2007, tá landið var skipað sum eitt valdømi beint upp undir val, uttan ta gjølligu viðgerð og útgreinan, sum slík umfatandi broyting sjálvsagt átti at fingið. 

Kommununfelagið fer tí at heita á landsstýrið um at sleppa ætlaninum um at broyta kommunulógávuna nú beint áðrenn løgtingsval verður útskrivað, og í staðin taka upp samskifti við kommunurnar um møguligar broytingar í lóggávuni.

Vegna Kommunufelagið

Heðin Mortensen
formaður