Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýriskvinnan: Framtíðartryggjað sjúkrahúsverk

Dan Klein --- 03.03.2017 - 06:57

Í gjár varð  Menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið løgd fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis. Við hesum broytingum, sum nú verða lagdar fram, verður okkara sjúkrahúsverk framtíðartryggjað soleiðis, at sjúklingar - eisini frameftir - fáa eina dygdargóða tænastu. Ætlaðu broytingarnar skulu samstundis stuðla undir, at virksemið verður tryggjað á øllum trimum sjúkrahúsunum. 

Okkara sjúkrahúsverk er á mangan hátt frammarlaga vitanarliga og tøkniliga við nógvum dugnaligum starvsfólkum. Hetta er fortreytin fyri, at vit kunnu veita sjúklingunum eina dygdargóða tænastu. Soleiðis skal tað framhaldandi vera. Tí fari eg undir at seta tiltøk í verk, ið skapa karmar fyri, at sjúkrahúsverkið mennir seg tíðarhóskandi, soleiðis at støðið bæði verður varðveitt, ment og tillagað framtíðina.

Eitt hitt fyrsta, sum eg ætli mær at fara undir, er at skipa sjúkrahúsverkið sum ein organisatión, og at greitt uppgávubýti verður millum fysisku eindirnar í organisatiónini. Her undir at fáa felags visitatión og felags bíðilistar. Somuleiðis verður farið undir eitt miðvíst arbeiði við útvegan av starvsfólki. 

Tað er mín greiða fatan, at ein fortreyt fyri nógvum av teimum 25 tilmælunum í menningarætlanini er, at sjúkrahúsverkið er skipað sum ein organisatión. Tí er málið hjá mær sum landsstýriskvinna, at sjúkrahúsverkið frameftir verður skipað á henda hátt. 

Hetta merkir ítøkiliga, at í seinasta lagi 1. januar 2018 er settur ein ovasti leiðari fyri sjúkrahúsverkið, sum saman við lokalu staðbundnu leiðslunum koma at mynda framtíðar leiðsluna í sjúkrahúsverkinum. 

Við áliti og virðing fyri øllum pørtum, verður framhaldandi tørvur á at hava lokalar leiðslur á staðnum, men tær leiðslurnar verða eisini partur av samlaðu sjúkrahúsleiðsluni. Hetta merkir, at lokalu leiðslurnar á øllum sjúkrahúsunum hava eina felags ábyrgd fyri virkseminum í samlaða sjúkrahúsverkinum. 

Tað er og hevur alla tíðina verið púra greitt, at sjúkrahúsviðgerð framhaldandi skal veitast á øllum trimum sjúkrahúsum, og soleiðis verður tað eisini. Hinvegin er endamálið at skipa og samskipa arbeiðið enn betur, enn tað verður gjørt i dag.  

Soleiðis fær framtíðar sjúkrahúsleiðsla ábyrgdina av at leggja til rættis viðgerðir og tænastur tvørtur um  sjúkrahúsini, soleiðis at samlaða tilfeingið í sjúkrahúsverkinum verður nýtt so skilagott sum gjørligt. Tað vil við øðrum orðum siga, at leiðslan hevur myndugleika til – innan fyri karmarnar í sjúkrahúslógini og teimum kørmum, sum politiska skipanin setir – at skipa funktiónirnar upp á tvørs av sjúkrahúsunum.

Eg eri greið yvir, at hetta er eitt stórt mál at seta sær. Tí verður farið varisliga til verka, har verandi leiðslur, starvsfólk og avvarðandi fakfeløg verða tikin í eið í mun til tær tilgongdir, sum ætlanin er at seta í verk. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum

-----------

Øll frágreiðingin hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her:  http://www.himr.fo/media/9281/frágreiðing-sambært-51-stk-4-í-tingskipanini-um-menningarætlan-fyri-sjúkrahúsverkið-aðalorðaskifti-løgtingið.pdf

Menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið kann lesast herhttp://www.himr.fo/media/8299/menningarætlan-fyri-sjúkrahúsverkið.pdf