Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrið umhugsar at herða ásetingarnar um neyðtøku

Landsstýrið kannar í løtuni møguleikan fyri at herða ásetingarnar í revsilógini um neyðtøku.

Tað svarar løgmaður Hervøri Pálsdóttir, tingkvinnu, ið hevur spurt um ásetingar um neyðtøku í revsilógini.

Nógv bendir á, at ásetingarnar í donsku revsilógini um neyðtøku verða broyttar í næstum. Eftir ætlan verður eitt uppskot lagt fyri Fólkatingið í komandi mánaði. Helst verður farið frá einari  tvingsilsgrundaðari neyðtøkuáseting til eina áseting, sum er grundað á annaðhvørt frían vilja ella á samtykki.

“Landsstýrið hyggur í løtuni nærri at, hvussu norðurlond hava valt at skipa seg á hesum øki. Royndirnar í okkara grannalondum verða síðani brúktar sum grundarlag, tá ið støða skal takast til, hvussu ein føroysk áseting skal orðast”, svarar Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, millum annað.

Landsstýrið ætlar í hesum arbeiði at umrøða spurningin nærri við ymiskar áhugabólkar - eitt nú KRIS, Amnesty International Føroyar, Føroya Politistafelag og Advokatfelag Føroya, eins og hevur verið gjørt fyrr, tá ið broytingar eru gjørdar í revsilógini.

Eisini verður neyðugt at gera undirvísingartilfar og skipa fyri evnisdøgum.

Lesið svar løgmans her (riggar ikki)

----------------

Vit skulu gera vart við, at linkurin hjá løgmanni er í hesum førinum óvirkin!!!