Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrið skundar undir lágkonjuktur

Fíggjarpolitikkurin hjá landsstýrinum er skeivur, heldur Starvsmannafelagið. Umfatandi rakstrarátøk verða sett í verk at basa bygnaðarligum skeivleikum, sum ikki eru til. Trupulleikin er, at lágkonjukturur elvir til hall á fíggjarlógini. Við sínum hóttanum um sparingar næstu árini skundar landsstýrið undir lágkonjukturin, tí fólk tora ikki at brúka pengar og óttast fyri at missa síni størv.

Tíðindaskriv

Fíggjarkarmarnir fyri næstu fimm árini eru lagdir fram, og Starvsmannafelagið heldur, at fíggjarpolitikkurin hjá landsstýrinum er grundleggjandi skeivur, tí hann skundar undir tann lágkonjuktur, sum føroyski búskapurin er í. Neyðugt er meira enn nakrantíð, at landsstýrið endurreisir álitið hjá húsarhaldunum og vinnuni á búskapin, men landsstýrið ger tað øvugta. Við at boða frá umfatandi sparingum og ikki at innrokna lønar- og prísvøkstur í rakstrartølini næstu árini spjaðir landsstýrið ótta millum fólk.

Skeiv uppáhald

Landsstýrið sigur í fíggjarkørmunum, at løtan er lagalig at fremja umfatandi rakstrarátøk í almenna geiranum, tí búskaparvøksturin heldur fram. Tá rákið er við, er rætta løtan at fremja rakstrarátøk, verður sagt. Men rákið er als ikki við landsstýrinum. Landsbankin segði í sínari búskaparfrágreiðing, at búskaparvøksturin fer at minka og verður bara 1,4 prosent í 2014. Tá landsstýrið so samstundis boðar frá umfatandi rakstrarátøkum, skundar tað undir skeivu búskapargongdina.

Í fíggjarkørmunum verður sagt, at talið á løntakarum er vaksandi. Hetta heldur landsstýrið styðjar upp undir uppáhaldið um, at Føroyar hava búskaparligt viðrák í løtuni. Eisini hetta er skeivt. Hagstovan hevur staðfest, at talið á løntakarum vaks frá 2009 til í fjør, men seinasta hálva árið eru ongir løntakarar komnir aftrat. Eisini hetta ber greið boð um ein búskap í lágkonjukturi, sum als ikki hevur tørv á politiskari sjokkviðgerð, men álitisskapandi fíggjarpolitikki, ið skundar undir nýtslu og íløguhug.

Starvsmannafelagið heldur, at sera trupult er at síggja eitt systematiskt hall hjá tí almenna farnu 14 árini. Tvørturímóti hevur landskassin havt hall og avlop við konjuktursveiggjunum, og tí er verandi lágkonjukturur orsøk til verandi hall. Tann vøksturin, sum landsstýrið vil vera við hevur verið stórur síðan 2009, hevur í veruleikanum verið sera avmarkaður. Vøksturin í lønargjaldingum var 5,6 prosent, og prístalið hækkaði samstundis 4,1 prosent. Eisini av hesi orsøk er álitið á búskapin lítið.

Køva vøksturin

Í fíggjarkørmunum sigur landsstýrið, at løgukarmurin á 323 mió. kr. fer at stimbra búskapin. Rætt er, at vaksandi íløgur kunnu stimbra búskapin, men virknaðurin av hesum átakinum hvørvur, tá landsstýrið samstundis boðar frá umfatandi rakstrarátøkum í almenna geiranum. Húsarhaldini lata vera við at brúka pengar, og fólk óttast fyri at missa arbeiðið, tí tey vita, at trupult kann vera at finna annað arbeiði. Vit hava longu verið vitni til fleiri uppsagnir í almenna geiranum, og umfatandi uppsagnir m.a. í fíggjarvinnuni vísa greitt, at vinnufyritøkur heldur spara enn at skapa nýggj arbeiðspláss.

So mikið álvarsligari er tað, at landsstýrið í fíggjarkørmunum avdúkar, at útreiðslukarmarnir til 2018 eru framskrivaðir í 2014-prísum. Hetta merkir, at møguligar lønar- og prísbroytingar eftir 2014 eru als ikki við í kørmunum. Tá almennir stovnar ikki fáa játtan, sum svarar til lønar- og prísvøkstur, brúkar landsstýrið ta nyttuleysu og skaðiligu plenuklipparametoduna. Eisini hetta minkar um álitið á búskapin, tí minkandi álitið ger bæði húsarhald og vinnulív ótrygg.

Í einum búskapi, har álitið grundleggjandi er stórt, koma lønar- og príshækkingar innaftur við øktum skattum og avgjøldum, men hetta ætlar landsstýrið eftir øllum at døma ikki skal henda næstu árini. Um plenuklipparin verður brúktur mótvegis almennum starvsfólkum, er talan um eina vandamikla sparing, ið skundar undir verandi trupulleikar. Heldur enn at hótta almenn starvsfólk eigur landsstýrið at leggja dent á at fáa uppaftur meira burtur úr virðismiklu førleikunum hjá starvsfólkunum.

Álitið má endurreisast

Landsstýrið skrivar í fíggjarkørmunum, at ein orsøk til stóru skuldarkreppuna hjá fleiri evropeiskum londum er vantandi politiskur vilji at fremja neyðugar bygnaðarbroytingar. Hetta er skeivt. Nógv av teimum londum, sum eru illa fyri í dag, høvdu ikki hall, áðrenn fíggjarkreppan rakti teirra búskapir. Men tá hon rakti, komu tey í umfatandi trupulleikar orsakað av eini óreguleraðari fíggjarvinnu, sum setti almennu kassarnar undir ovurstýrt trýst. Eisini føroyingar kendu sviðan av hesi gongd.

Samanumtikið heldur Starvsmannafelagið, at verandi fíggjarpolitikkur hevur við sær, at húsarhald og vinnulív fara at halda fram at stúra fyri framtíðini. Ófjaldu og ódámligu hóttanirnar í fíggjarkørmunum um null lønarvøkstur ella hópuppsagnir, spjaða ótta millum fólk. Tað, sum fólk vinna, spara tey upp, meðan tey kunnu. Grundleggjandi er óttin fyri at missa starvið so stórur, at økt nýtsla kann ikki koma upp á tal.

Landsstýrið átti at góðtikið, at eitt ávíst hall var á fíggjarlógini í nøkur ár, so álitið á búskapin kann endurreisast. Lágkonjukturur kann ikki basast við átøkum mótvegis einum bygnaðarligum halli, sum ikki er til. Landsstýrið sigur seg vilja basa hallinum, tí tað óttast fyri, at landið endar í rentufelluni orsakað av ov stórari skuld. Nettoskuldin hjá Føroyum er lítil og ongin, so eisini á hesum økinum sær landsstýrið bara brotpartar av samlaðu búskaparmyndini.