Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrið selt fyri DKK 550 mió. í lánsbrøvum

Í gjáramorgun seldi Føroya Landsstýri fyri DKK 550 mió. kr. í nýggjum lánsbrøvum. Sølan gekk væl, stórur eftirspurningur var eftir lánsbrøvunum.

Lánsbrævið er eitt 6 ára standandi lán við fastari rentu og skal rindast aftur 27. juni í 2023. Áljóðandi rentan er 0,625% um árið, men av tí at landskassin fær 100,206 fyri hvørjar 100 krónur lánsbræv, er effektiva rentan 0,59% um árið.

Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands, umleið 20% í Føroyum og 80% uttanlands.

Hetta lánið á DKK 550 mió. kr., saman við 15 ára láninum, sum landsstýrið tók fyrst í mai á DKK 450 mió. kr., skal brúkast til at endurfíggja lánsbrævalánið hjá landsstýrinum á DKK 1 mia. kr., sum fellur til gjaldingar 27. juni í ár. Lánið, sum fellur til gjaldingar var tikið í 2013 og áljóðandi rentan á tí er 1,75% um árið. Næstu 6 árini merkir hetta eina minni rentuútreiðslu fyri hendan partin av skuldini á umleið DKK 5,9 mió. kr. um árið.

Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna og Nordea hevur selt lánsbrøv uttanlands. BankNordik, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava havt søluna um hendi í Føroyum.