Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Føroya Landsstýri og Reyði Krossur Føroyar hava við samstarvsavtalu gjørt av at lata 1,5 millión krónur til humanitera neyðhjálpararbeiðið í Sýria. Reyði Krossur Føroya sendir neyðhjálpina úr Føroyum gjøgnum danska Reyða Kross, ið hevur starvsfólk í Sýria, sum virkið arbeiða við neyðhjálpararbeiðinum í tøttum samstarvi við Sýrisk Arabiska Reyða Hálvmána.

Sýrisk Arabiski Reyði Hálvmáni er størsti humaniteri felagsskapurin í Sýria. Hann arbeiðir við stuðli frá fleiri tjóðaskaparligum Reyða Krossum í øllum fjúrtan landspørtum í landinum. Felagsskapurin hevur umframt professionel hjálparfólk fleiri enn 10.000 virkin sjálvboðin og nær áleið 4,5 milliónir menniskju um mánaðin.

Kríggi í Sýria hevur birt undir størstu og álvarsamastu flóttafólkastøðu í heiminum síðan seinna heimsbardaga. Mett verður nú, at 13,5 milliónir fólk – 80 prosent – av sýriska fólkinum hava tørv á humaniterari hjálp.

Neyðhjálpin úr Føroyum fer beinanvegin til at tryggja vetrarneyðhjálpina til tey, sum eru innanhýsis burturrikin og liva sum flóttafólk í egnum landi. Veturin í Sýria byrjar í november. Veturin í Sýria er slavin og kaldur. Neyðugt er, at fólk fyri at yvirliva fáa vart seg móti regninum og kuldanum. Tey mugu sleppa innandura antin í hús, tjøld ella undir presendingar. Teimum tørvar madrassur at liggja á, teppir at halda seg heit við, mat, klæðir og vatn. Eisini tørvar teimum reinførislutir so sum sápu, tannbustir og reinførisbind til kvinnurnar, so tey kunnu hava virðileika í ræðuleikanum. Tí alneyðugt, at heimssamfelagið longu nú tryggjar grundleggjandi og vælfyriskipaða neyðhjálp sum kann vera á staðnum, tá veturin byrjar.