Landsstýrið latið Løgtinginum 27 uppskot
LØGTINGIÐ: Hesa tingsetuna hevur landsstýrið latið Løgtinginum á alt 54 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.
Landsstýrið hevur seinastu dagarnar latið Løgtinginum í alt 27 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.
Uppskotini eru fjølbroytt og stava frá flest øllum stjórnarráðum.
Millum uppskotini, sum landsstýrið hevur latið Løgtinginum, eru:
Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttarøkið)
Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving og stuðul, gransking, menning og nýskapan
Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)
Uppskotið um at skatta vinningin av fiskiloyvum verður latin Løgtinginum í næstum við 17 undirskriftum. Talan er um eina serlóg við ávísum løgfrøðiligum avbjóðingum, sum fyrisitingin arbeiðir við í løtuni.
Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 54 uppskot fyri Løgtingið. Talan er um løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar
Sambært § 54 í tingskipanini skulu uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar - fyri at verða viðgjørd - verða framløgd innan 8. mars. Sambært § 38 í tingskipanini, skulu hesi uppskot vera formanninum í hendi í seinasta lagi 6. yrkadagin frammanundan.