
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð
Týsmorgunin 14. juni seldi Føroya Landsstýri fyri 1,350 milliard krónur í nýggjum lánsbrøvum. Sølan gekk skjótt og væl; longu eftir ein tíma vóru øll lánsbrøvini seld. Tey vóru seld í Føroyum og uttanlands.
Nýggja lánið skal rindast aftur 22. juni í 2021, tað vil siga um fimm ár. Lánið er eitt standandi lán við fastari rentu. Navnrentan, ella nominella rentan, er 0,5%, og effektiva rentan til íleggjarar er 0,47%. Tekningarkursurin var 100,12.
Peningurin skal nýtast til at rinda lán aftur, ið fellur til gjaldingar 22. juni. Rentan á hesum lánið er 3,75%.
Nýggja lánsbrævarøðin verður listað 22. juni 2016 á keypsskálunum í Íslandi og Keypmannahavn.
Fígging Landsins á Gjaldstovuni og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna og Nordea hevur selt lánsbrøv uttanlands. BankNordik, Eik Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava havt søluna um hendi í Føroyum.