Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrið ætlar at stovnseta Fiskivinnugrunn

Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri hevur lagt uppskot til løgtingslóg um Fiskivinnugrunn fyri Løgtingið.

Sambært uppskotinum skal Fiskivinnugrunnurin: ”..fíggja menning, nýskapan, gransking, royndir og verkætlanir í fiskivinnuni. Endamálið er at menna átøk og skipanir í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.”

Um orsøkirnar til uppskotið stendur í almennu viðmerkingunum: 
” Landsstýrið hevur sett sær sum eitt høvuðsmál at gera nýskipanir og ítøkilig átøk, ið kunnu leggja grundarlag fyri burðardygd og munandi virðisvøkstri burtur úr náttúrutilfeinginum. Uppraðfesting av vinnugransking, menning og nýskapan er eitt mál, ið skal fremjast.

Ætlanin er, at vinnan í minsta lagi letur somu fígging, og at samfígging eisini kann fáast úr grunnum og skipanum bæði í Føroyum og uttanlands.

Menningin av fiskivinnuni, ið millum annað skal føra til størri virðisvøkstur og burðardygga umsiting og gagnnýtslu, skal bæði gerast við at stuðla (grund)gransking, vinnugransking, menning og nýskapan. 

Neyðugt er bæði at hava skipanir, ið stuðla uppundir gransking og vinnugransking og skipanir, ið stuðla uppundir menning og nýskapan. Tørvur er á báðum, fyri at vinnan kann menna seg.

Í dag verður gransking og vinnugransking stuðlað umvegis Granskingargrunnin.

Høvuðsendamálið við hesum uppskoti um fiskivinnugrunn er menning og nýskapan, meðan gransking er sjálvsagdur partur í verkætlanum, royndum og skipanum. 

Landsstýrið arbeiðir við at endurskoða og samskipa tær skipanir, ið fíggja og hava til endamáls at menna gransking og vinnuliga nýskapan, og Fiskivinnugrunnurin verður partur av hesum arbeiði.”

Granskingarráðið fekk umvegis Mentamálaráðið uppskotið til hoyringar í desember við stuttari hoyringsfreist. Eitt drúgt svar varð sent, sum er lagt við saman við lógaruppskotinum. Eisini eru viðmerkingar gjørdar til hoyringssvarið hjá Granskinagrráðnum í framlagda lógaruppskotinum.

Les uppskotið og viðmerkingar frá Granskingarráðnum og øðrum her  

Enn er ikki ásett, nær málið kemur til 1. viðgerð í Løgtinginum. Dagsskráin hjá Løgtinginum sæst her: http://logting.fo/chambermeeting/list.gebs?menuChanged=13