Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýrið á vitjan við Marknagil

BYGGING: Fyrrapartin í dag vitjaðu løgmaður og landsstýrisfólk uppi við Marknagil, har nýggi skúladepilin verður bygdur, sum skal hýsa einum samløgdum Handilsskúla, Studentaskúla og Tekniska Skúla í Havn.

Skúladepilin verður umleið 19.500 fermetrar til støddar - svarandi til umleið 20 hondbóltsvallir - og fer at hýsa 1.300 næmingum. Hóast depilin verður skipaður í trimum sjálvstøðugt arbeiðandi eindum, er talan um ein og sama skúla við felags leiðslu og nógvum felags hentleikum.

Um verkætlanina verður sagt, at byggingin verður háttað soleiðis, at undirvísingin kann skipast kreativt, nýhugsandi, eins og hon skal vera fakliga og námsfrøðiliga slóðbrótandi.

Kostnaðarætlanin fyri skúlan er 515 mió. krónur, íroknað innbúgv og annað. Sambært tíðarætlanini verður Skúladepilin við Marknagil tikin í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.

Her eru nakrar myndir frá landsstýrisvitjanini fyrraparin í gjár.