Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum 2012

Í døgunum 3.-5. mai, var landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum í Leguhúsinum í Nesvík. Eftir útsøgnunum hjá kvinnunum og hjá teimum, sum stóðu fyri, so eydnaðist stevnan væl.

Orð og mynd: Torleif Johannesen:

Landsstevnan er eitt slag av “ársfundi” hjá Sjómansmissiónini. Tá verður greitt frá ymiskum arbeiði innan Sjómansmissiónina og tosað verður um arbeiðið. Harafturat eru bíbliutími, gudstænasta, møti, leiðarafundur, hugni, sangur og annað á skránni, saman við góðum mati.

Í ár byrjaði stevnan hóskvøld og endaði við døgurða leygardag. Hetta var gjørligt, tí fríggjadagur var dýri biðidagur. Hetta var ein broyting í mun til undanfarin ár. Fleiri dámdu tað væl, tí so vóru tær heima aftur seinnapartin leygardagin og fingu nakað av vikuskiftinum við, heima.

Lesið meira um landsstevnuna í blaðnum "Vitin", sum liggur í Trúboðanum nr. 10, og sum kom út 16. mai. 

 Kelda: www.trubodin.fo