Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstevnan 2012 Vit síggja reytt

Føroyar hava brúk fyri nýggjari stjórn. Hetta er niðurstøðan av landsstevnu Javnaðarfloksins, sum var í Skopun um vikuskiftið. Ongantíð áður hevur so stórur tørvur verið á einum stórum og sterkum Javnaðarflokki sum júst nú.

Tíðindaskriv:

Asosiala teyggjan, sum trumfaði flatskatt og forskatt av pensjónum ígjøgnum tollaksmessudag, hevur tikið kvørkratak um føroyska samfelagið, og alt tað, sum okkara vælferðarsamfelag byggir á. Tí eiga vit beinanvegin at umleggja skattalættan, so hann kemur lá- og miðalløntum løntakarum til góðar.

Framtíðin er okkara

Flokkurin er samdur um, at størstu avbjóðingarnar eru fólkafráflytingin, arbeiðsloysið og orkuøkið. Tí eiga vit at raðfesta útbúgving, gransking og arbeiðsmarknaðarpolitikk fram um alt.

Kostnaðarstøðið

Ovurhondshøga kostnaðarstøðið er størsta forðingin í gerandisdegnum hjá løntakarum. Útlánsrentan er munandi hægri her enn í grannalondunum. Tí skulu vit trýsta peningastovnarnar at lækka útlánsrentuna, ella, alternativt, at umhugsa at lata Húsalánsgrunnin og Realin, við eini eginogn á 1,3 mia., gerast virknari á fíggingarmarknaðinum.

Pensjónsnýskipanin

Samgongan hevur gjørt tvørpolitiska samstarvið um eina pensjónsnýskipan til einkis, við einvíst at broyta fortreytirnar í samstarvinum. Hetta við at skattað pensjónir við inngjaldi, og at minka um leiklutin hjá samhaldsfasta. Javnaðarflokkurin mælir til, at grundarupphæddin verður varðveitt, at tvungna uppsparingin verður lægri enn 15 prosent, og at allar broytingar í pensjónsaldrinum verða framdar yvir eitt longri áramál.

Fiskivinnan

Fiskivinnunýskipan er alneyðug fyri framtíð landsins. Hendan eigur at vera lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygg. Atgondin til vinnuna skal vera meira marknaðargrundað enn í dag. Gjald fyri fiskirættindi skal ikki verða eitt politiskt ásett kilogjald. Tað er reiðarin sum keypir møgulig fiskirættindi og skal tí bera kostnaðin av hesum – ikki fiskimaðurin. Hetta skal, um neyðugt, tryggjast við lóg. Útróðrarflotin skal undantakast tilfeingisgjaldi.

Kommunumál

Miseydnaða fólkaatkvøðan prógvaði, at føroyingar eru ikki nóg væl kunnaðir ella fyrireikaðir at taka á seg tær avbjóðingar, sum størri kommunalar eindir bera við sær. Tí setur flokkurin álvarslig spurnartekin við ætlanunum um at leggja eldraøkið út longu í hesum valskeiðinum. Eisini er flokkurin grundleggjandi ímóti, at skúlin verður lagdur út til kommunurnar at umsita.