Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landssjúkrahúsið: Reinsiverkið

Landsverk: Reinsiverkið hjá Landssjúkrahúsinum varð umvælt í 2005. Tá var eftir at tryggja brunnin við at leggja eina rist oman á 6 m djúpa brunnin. Nú verður hetta arbeiðið gjørt liðugt, og ymiskar umvælingar skulu gerast. Økið skal eisini hegnast inni av nýggjum fyri at bøta um tryggleikan. Ein lítil amboðsskúrur skal setast upp á økinum.

Støðan

Oktober 2011: Lisitatión hevur verið, og sáttmáli er undirskrivaður við TG Verk. Brunnurin er tømdur, og kanning av betongveggjunum er gjørd. Sjálv umvælingin byrjar í næstum.

Fakta

Arbeiðsánari: Heilsumálaráðið.

Byggiharri: Landsverk.

Tekniskur ráðgevi: Sp/f Veri-Con, Preben Hansen.

Arbeiðstakari: Sp/f TG Verk.

Tíðarætlan: Arbeiðið byrjaði í juni og verður liðugt í september 2011.

Kostnaðarætlan: 2,5 mió. kr.

Umbyggingin er partur av samlaðu játtanini til Landssjúkrahúsið á 421,8 mió. kr.

Játtanin í 2011 er 28,0 mió. kr.