Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landssjúkrahúsið fær bæði endurvenjingar-hyl og goymslu

Í nógv ár hevur tørvur verið á at byggja landssjúkrahúsið út, og serliga hava umstøðurnar á psykiatriska deplinum verið so ótíðarhóskandi, at tað er bráðneyðugt at bøta um hesar. Tí er tað gott, at breið politisk semja er um at byggja H-bygningin nú.  Vit byggja ikki sjúkrahús á hvørjum degi. Tað er tí umráðandi at byggja rætt og skynsamt, tá ið bygt verður. 

Men tað er ikki skynsamt at spara kjallaran undir tí nýggja H-bygninginum burtur. Og tað verður nógv dýrari í longdini.

Tað er heldur ikki skynsamt, at landssjúkrahúsið ikki kann veita endurvenjing í endurvenjingar hyli. Tað er eitt bráðneyðugt amboð í allari endurvenjing av sjúklingum.

Kjallarin skal sjálvsagt gerast nú, og hann skal brúkast til framkomna goymslu, sum føðir alt tað fjølbroytta virkseminum á øllum Landssjúkrahúsinum. At hava goymslu omanfyri vegin er bæði ótíðarhóskandi, ópraktiskt og dýrt í rakstri. 

Tað er tí gleðiligt, at vit í fíggjarnevndini hava fingið semju um, at grava kjallaran út, og ikki minst at vit hava fingið semju um at umvæla endurvenjingarhylin. 

Og tað er grundgevingin fyri at ein samd fíggjarnevnd hevur skotið upp fyri Løgtinginum at hækka karmin at byggja Landssjúkrahúsið út við 19,2 milliónum. 

Seinast vit bygdu út á Landssjúkrahúsinum helt bæði kostnaðarætlan og tíðarætlan 
Seinast vit bygdu út á Landssjúkrahúsinum var í 2000, tá ið farið var undir G-bygningin. 

Sum landsstýriskvinna í heilsumálum tá, legði eg stóran dent á at fyrireika verkætlanina væl. 

G-bygningurin  kostaði 156 milliónir, og varð tikin í nýtslu í 2004. Hetta byggjaríið megnaði at halda bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan. Og tað ivist eg ikki í, at vit megna at endurtaka. Tí henda verkætlan er eisini væl fyrireikað.

Nú skriva vit 2017, og tað er neyðugt at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum nú. H-bygningurin verður umleið 8.650 fermetrar til støddar, og skal rúma psykiatriskum depli, medisinskum seingjarstovum, føðideild, nýggjum køki og kantinu – og nú eisini kjallara og umvældum endurvenjingarhyli. 

Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna og limur í fíggjarnevndini.