Landsroknskapurin fyri 2018 latin Løgtinginum
Landsroknskapurin fyri 2018 er nú latin Løgtinginum. Sambært løgtingslóg um landsins almenna roknskaparhald v.m. skal landsstýrið, innan mai mánaður er liðugur, leggja fyri Løgtingið tann samlaða landsroknskapin fyri undanfarna fíggjarár.
Størsta frávikið í mun til samtyktu fíggjarlógina fyri 2018 var játtanin til Glasir, ið gjørdist 60 mió. kr. størri enn væntað. Eisini var eitt størri frávik í samband við FAS-skipanina.
Inntøkurnar gjørdust hinvegin nakað hægri enn mett í fíggjarlógini, serstakliga inntøkurnar frá landsskatti og vinningsbýtiskatti.
Til samanberingar vísti roknskapurin fyri 2017 eitt avlop á 563 mió. kr. Úrslitið í 2018 er sostatt 291 mió.kr. lægri enn í 2017.
139 mió. kr. meira varð brúkt til íløgur í 2018 í mun til 2017
86 mió. kr. minni í vinningsbýti frá BankNordik í 2018 í mun til 2017
Í stýrisskipanarlógini er ásett, at Løgtingið skal velja nakrar tinglimir til grannskoðarar, og at hesir skulu fara ígjøgnum árliga landskassasroknskapin og ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlógini ella aðrari játtanarlóg.
Landskassaroknskapurin við viðmerkingum grannskoðaranna verður síðan lagdur fyri løgtingið til samtyktar í heyst.
Landsroknskapurin kann lesast her