
Landsrættardómur um matrikulgjøld
Matrikulgjøldini eru lóglig, og prísásetingarnar hjá Umhvørvisstovuni eru sakligar. Hetta er niðurstøðan hjá landsrættinum, sum í dag hevur sagt dóm í einum prinsipiellum sakarmáli millum Umhvørvisstovuna og Tórshavnar kommunu.
Sakarmálið snúðið seg um eina rokning fyri matrikulert arbeiði í sambandi við eina stóra útstykking í Hoyvík. Tórshavnar kommuna noktaði at gjalda rokningina og grundgav hetta við, at heimild ikki var fyri at taka slík gjøld. Í øðrum lagi varð sagt, at rokningin var alt ov stór. Umhvørvisstovan stevndi kommununa eftir gjaldinum, og fekk viðhald í Føroya Rætti. Tórshavnar kommuna legði málið fyri landsrættin, sum í dag kom til somu niðurstøðu.
Í grundgevingunum fyri dómin sigur landsrætturin m.a., at gjøldini fyri matrikuler arbeiði hvørki eru í stríð við § 43 í grundlógini ella § 41 í stýrisskipanarlógini, og at tey hava heimild í kunngerðini um gjøld eftir matrikullógini (K 14/2009). Somuleiðis varð staðfest, at rokningin fyri tað ítøkiliga málið var bæði rímulig og saklig. Kommunan varð sostatt dømd at gjalda rokningina og sakarmálskostnaðin hjá Umhvørvisstovuni.