Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landslæknin: Kunning um nýtt Coronavirus

Tíðindabræv frá Landslæknanum:

Virussjúkan var á fyrsta sinni staðfest í september 2012. Heimsheilsustovnurin WHO hevur givið hesum slagi av virusi heitið MERS-CoV (Middle East Respiratory Syndrome Coronavirus).

Flestu sjúklingar við MERS-CoV eru úr Saudiarabia, men fólk úr øðrum londum har í nánd, eitt nu Katar og Jordan, hava eisini fingið sjúkuna. Í Onglandi, Týsklandi og Fraklandi hava einstakir tilburðir verið – hetta eru fólk, ið nýliga hava verið í nevndu londum, ella hava havt tætt samband við fólk, ið hava verið har.

Kommunulæknar/vaktlæknar og heilsustarvsfólk á sjúkrahúsunum í Føroyum hava fingið kunning um støðuna viðvíkjandi nýggju coronavisussjúkuni og møguligum atgerðum, um tørvur verður á tí.

Smittuvandi

Virusið líkist tí, ið fyri 10 árum síðani var orsøk til SARS, men nýggja virusið verður ikki mett at smitta líka illa sum SARS. Tó eiga læknar og onnur heilsustarvsfólk - eisini fólk, ið ferðast til Saudiarabia og londini í nánd - at vera ansin viðvíkjandi hesum nýggja virusi, av tí at tað nú er ávíst, at tað smittar frá fólki til fólk, bæði í familjum og á sjúkrahúsum í evropeiskum londum, umframt á arabisku hálvoynni og í londum har um leiðir.

Enn er smittukeldan ikki funnin. Virusið hevur arvaeginleikar, ið líkjast virusi hjá flogmúsum, men onnur djór kunna eisini vera orsøkin. Tilgerðartíðin (inkubatiónstíðin), t.e. tíðin, frá tí ein er smittaður, og til sjúkueyðkenni vísa seg, verður hildin at vera í mesta lagi 10 dagar, men tilgerðartíðin kann vera longri.

Dentur verður lagdur á , at smittuvandin fyri fólk, sum ferðast til Saudiarabia og londini har í nánd, verður mettur at vera sera lítil. Ongar avmarkingar viðvíkjandi ferðing eru settar í verk.

Góð ráð til fólk, ið ferðast til Saudiarabia og londini har í nánd:

Mælt verður til, at ferðandi eru ansin viðvíkjandi reinføri, at tey vaska sær um hendurnar ofta, og at tey ikki nerta við djór ella útlát frá djórum, eitt nú spýtt og skarn.** Sjúkueyðkenni hjá fólki, ið smittað er við MERS-CoV:

Flestu sjúklingarnir hava frammanundan havt langtíðarsjúku (kroniska sjúku). Sjúklingarnir eru oftast menn á miðjum aldri. Einstakar kvinnur eru vorðnar sjúkar, men eingi børn. Millum fráboðaðu sjúklingarnar hevur deyðatíttleikin verið høgur (50%).

Sjúkuallýsing

Sjúklingar, ið skulu kannast fyri smittu við MERS-CoV, skulu hava hesi eyðkenni:

- Fólkið skal hava verið í Saudiarabia ella londum har um vegir seinastu 10 dagarnar, ella skal seinastu 10 dagarnar hava havt samband við fólk, ið verður kannað fyri ella hevur fingið ávíst MERS-CoV- ígerð (infektión)

Og

- hava álvarsliga, bráða (akutta) ígerð í andaleiðini ELLA hava aðra álvarsama ígerð og hava langtíðarsjúku (kroniska sjúku) - møguliga eisini niðursetta órinsverju (immunverju).

Tórshavn, hin 24. mai 2013

Høgni Debes Joensen, Landslækni