Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landslæknin: Eftirlit við heilsuverkinum

Røktarheim, heimarøkt, sálarsjúku- og handikappøkið

Eftir avtalu við Almannaverkið hava síðani 2004 verið framdar eftirlitsvitjanir á øllum røktarheimum fyri gomul, búfelagsskapum fyri gomul, heimarøktaraeindum, búfelagsskapum fyri sálarliga sjúkum, røktaríbúðum fyri sálarliga sjúkum, røktaríbúðum fyri brekaðum, búfelagsskapum fyri brekaðum, fyribils íbúðartilboðum til brekað og dagtilboðum, har heilsufakligar uppgávur verða røktar fyri borgarar. Miðað hevur verið ímóti, at eftirlit vórðu framt á hvørjum stað annaðhvørt ár. Tilsamans 87 støð hava higartil verið í skipanini, 34 ellis- og røktarheim (6 eindir) og 53 sambýlið, stovnar og umlættingartilboð innanfyri sálarsjúku- og handikappøkið (10 eindir). Við ársbyrjan í 2015 steðgaði skipanin orsaka av umleggingum.

Eftirlitini eru avtalað frammanundan, so at leiðarar og medarbeiðarar hava møguleika fyri at luttaka og tosa um viðurskiftini á arbeiðsplássinum, har vitjað verður.

Endamálið við eftirlitunum er at virka fyri, at heilsufakligu viðurskiftini fyri búfólk/brúkarar eru í lagi, og at galdandi lógir og leiðbeiningar verða hildnar, men fevna ikki um trivnaðin hjá búðfólkunum sum heild. Normering, útbúgving ella faklig samanseting av starvsfólkum eru ikki fevnd av eftirlitinum. Mett verður, um reinførisviðurskifti eru nøktandi við atliti til at fyrbyrgja heilsuligar trupulleikar, her uppií smittandi sjúkur. Tosað verður um, hvørji tiltøk eru sett í verk síðani seinasta eftirlit og møgulig tilmæli. Sonja Aasted, sjúkrarøktarfrøðingur, stendur fyri eftirlitinum, og eftir hvørt eftirlit verður skrivað ein frágreiðing, ið send verður til stovnin og Almannaverkið. Almannaverkið hevur orðað og endurskoðað fleiri reglugerðir, m.a. viðv. at skjalprógva - og handfara heilivág, sum leypandi verða settar í verk á teimum ymsu stovnunum.

Í 2014 vóru 51 eftirlitsvitjanir (21 í 2013). Sum heild vóru viðurskiftini nøktandi, og staðfestast kundi eitt økt tilvit til tess at tryggja, at heilivágur verður handfarin á fullgóðan hátt. Í sambandi við eftirlitini í 2011 vóru serliga givin tilmæli um at handfara heilivág og at skjalprógva handfaringina. Umframt hetta varð tosað um lóggávuna viðvíkjandi rættarstøðu sjúklinga á eftirlitunum til tess at tryggja, at rættindi búfólksins/brúkara viðvíkjandi sjálvsavgerðarætti og tagnarskyldu hjá starvsfólki vóru sambært reglunum. Harumframt vóru spurningar um ábyrgd, førleikar og uppgávubýti hjá starvsfólkunum umrødd. Eftirlitið tilmælir í nøkrum førum, sum eitt nýtt tiltak, at stovnarnir gera eina virkisætlan til tess at tey heilsufakligu viðurskiftini gerast som góð sum tilber.