Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landskassin gerst meira tengdur at sveiggjandi inntøkum

Við ætlanunum hjá landsstýrinum fer omanfyri hálv milliard av inntøkunum hjá landskassanum at koma frá partafelagsskatti, kapitalvinningsskatti og tilfeingis- og loyvisgjøldum frá fiskivinnuni og havbúnaðinum. 

Marita Rasmussen
Stjóri
Fartlf: 739909
t-post: marita@industry.fo

Landsstýrið hevur boðað frá, at tað ætlar at leggja fram uppskot um hækkingar í tilfeingis- og loyvisgjøldum hjá ávíkavist fiskivinnuni og havbúnaðinum. Samstundis hækkar landsstýrið landskassaútreiðslurnar og minkar um aðrar inntøkur. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at landsstýrið á henda hátt ger seg meira bundið at inntøkum, sum søguliga sæð sveiggja nógv, uttan at hava gjørt nakra váðameting ella at hava eina ætlan fyri, hvussu man ætlar at handfara støðuna, tá hesar inntøkur sveiggja hinvegin.

Politiska minnið sigst at vera stutt, men tá man ætlar at grunda almenna húsarhaldið á serliga sveiggjandi inntøkur, eigur ein váðameting at verða gjørd áðrenn, eins og tað má viðgerast, um tað yvirhøvur er rætt at lata hesar óvanligu inntøkur fara beinleiðis á fíggjarlógina. Landskassaraksturin er longu frammanundan grundaður á stórar skattainntøkur frá partafelags- og kapitalvinningsskatti úr havbúnaðinum og uppisjóvarvinnuni. Og nú ger landskassin seg enn meira tengdan at hesum inntøkum.

Vit skulu ikki meira enn 10 ár aftur í tíðina, so var heildarveiðan eftir makreli bert nøkur fá prosent av veiðuni í 2014. Og um man fer uppaftur longur aftur sæst, at støðan í dag er heilt óvanlig. Um hugt verður eftir sildini, burdi tað eisini fingið alarmklokkurnar at ringt, tá sildaveiðan verður meira enn hálverað frá 2013 til 2014.

Landsstýrið sigur seg ætla í 2016 at taka inn uml. 170-190 mió kr. frá uppisjóvarvinnuni og fiskiskapinum í Barentshavinum í tilfeingisgjøldum, umframt tað, sum verður goldið í partafelagsskatti v.m. Tað kann skjótt henda, at inntøkur frá hesum fiskiskapi eru ein brotpartur av tí, man roknar við, um fiskiskapurin eftir uppisjóvarfiski háttar seg, sum hann hevur gjørt søguliga. Umframt eina minking í tilfeingisgjøldunum, verður tá eisini ein minking í partafelagsskattinum. Og hvar skulu inntøkurnar tá koma frá?

Føroyski havbúnaðurin var fyri 10 árum síðani als ikki mentur at rinda nøkur loyvisgjøld yvirhøvur, djúp kreppa var í vinnuni orsakað av sjúku og lágum prísum, og framleiðslan var ein brotpartur av tí, hon er í dag. Laksaprísurin hevur søguliga sæð eisini sveiggjað nógv. Í dag liggur altjóða laksaprísurin um 33 kr/kg, men tað eru fá ár síðani, at laksaprísurin var munandi lægri. Miðalprísurin í 2012 var t.d. 26 kr/kg, ein triðing lægri enn í 2014. Og um farið verður aftur til 2003, var miðalprísurin fyri árið niðri á 18 kr/kg. Hetta eru heimsmarknaðarprísir, sum føroyskur havbúnaður onga ávirkan hevur á.

Harumframt er altíð vandi fyri, at serligar støður í havbúnaðinum kunnu føra til, at framleiðslan lækkar. Lækkar prísurin ella minkar framleidda nøgdin, verða inntøkurnar frá loyvisgjøldunum minni, men í slíkari støðu minka skattainntøkurnar frá partafelags- og kapitalvinningsskatti í havbúnaðinum harumframt eisini.

Framstig eru hend innan umsitingina av bæði havbúnaði og uppisjóvarfiskiskapinum, men vit mugu ikki fyrigykla okkum, at støðan, sum er í dag, fer at vara í allar tíðir. Tað skilabesta er tí at koyra inntøkurnar frá tilfeingis- og loyvisgjøldum í búskapargrunn til at javna sveiggini í búskapinum. Verður hetta ikki gjørt, eigur Fíggjarmálaráðharrin í minsta lagi at hava eina greiða ætlan fyri, hvar inntøkurnar skulu koma frá, tá skattainntøkurnar frá tilfeingisvinnunum og/ella havbúnaðinum fara at minka aftur. At gera nakað annað er at taka ov lætt uppá sína uppgávu at stýra fíggjarmálunum hjá hesum landinum.

Samanumtikið heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag tað vera skeivt at grunda øktar landskassaútreiðslur á skattir og avgjøld frá fiskivinnuni og havbúnaðinum, tí hesar inntøkur kunnu skjótt broytast til eina nógv lægri upphædd. Ikki minst tá økti skatturin og avgjøldini gera tað meira avbjóðandi hjá fyritøkunum at fremja tær íløgur, sum krevjast, fyri at vinnan framhaldandi kann vaksa og skapa arbeiðspláss.