Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landskassaskuldin komin niður aftur á støðið áðrenn koronu

"Nú skuldin verður niðurgoldin við 200 mió. kr., verður nominella lánsbrævaskuld landskassans 3,743 mia. kr., sum er 18% av BTÚ í 2021."
 
Soleiðis skrivaði Landsbankin í tíðindaskrivi í hesi vikuni. Og lat okkum beinanvegin sláa fast, at føroyska landskassaskuldin er lutfalsliga lág, eisini í mun til hini Norðurlondini. Hetta vísir Landsbankin á undirsíðuni "Skuld samanborin við onnur lond".
 
Á undirsíðuni "Lánsbrævarøðir hjá landskassanum" vísir Landsbankin harumframt gongdina í landskassaskuldini. Myndin vísir, sum vit øll vita, at landkassaskuldin vaks úr 3,69 mia. kr. upp í 5,29 mia. kr. frá 2019 til 2020. Síðani kom hon niðuraftur á 3,94 mia. kr. í 2021, og góða gongdin heldur fram. Nú er landskassaskuldin so komin niður á 3,74 mia. kr. Nakað tað sama sum áðrenn koronu. 
 
Hetta eru alt nominell virði. Í veruleikanum er skuldarbyrðan lækkað enn meiri.
 
Landskassaskuldin var munandi hægri í 10'unum
 
Hóast myrk skíggj eru í luftini, mugu vit eisini hyggja eftir teimum positivu søgunum. Landskassaskuldin er nú á einum støði, ið er nógv lægri enn upp gjøgnum tíggjuni. Í tíðarskeiðnum frá 2012 til 2018 sveiggjaði landskassakuldin umleið 5 mia. kr.
 
Vit eru sostatt komin niður á eitt støði, ið skjótt er hálva aðru millard lægri enn í tíggjunum. Hetta gevur okkum nakað at standa ímóti við, umframt at tað gevur Føroyum eitt frálíkt kredittvirði og búskaparligt handlifrælsi.
 
Hetta er eisini gott at standa ímóti við, um krepputíðir verða.
 
Hvussu høgt fer rentan upp?
 
Vit eiga tó ikki at hvíla á góðu úrslitunum. Tað hevur seinnu árini verið sera lætt at skylda pengar, tí lánsbrævarentan hevur verið sera lág - heilt niður í 0,0%. Hækkaða rentan ella lækkandi kursurin ger tað dýrari at lána, og vit vita ikki, hvussu høgt rentustøðið verður í komandi árum.
 
Vit síggja hvussu høg inflatónstøl eru í løtuni, og tað skapar eina stóra óvissu framyvir. Tað kann jú hugsast, at rentan fer rúkandi uppeftir, og so verður tað knappliga ein stór fíggjarlig byrða fyri landskassan.
 
Tí er at fegnast um, at vit fáa lækkað skuldina í góðari tíð, soleiðis at vit ikki nýtast at taka ov stór lán við høgari rentu framyvir.
 
Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin