Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsins leiðsla skal savna og stimbra - ikki spjaða og skaka

Røða hjá Kristinu Háfoss til 1. viðgerð av fíggjarlóg fyri 2014

Øll kenna vit søguna um keisarans nýggju klæðir. Søgan um nýggju klæðini, ið als ikki vóru nýggj klæði. Tí veruleikin var nevnliga, at keisarin var nakin, og at tey, ið høvdu gjørt og seymað sokallaðu nýggju klæðini til keisaran, bert høvdu skapt eina ljósareyða søgu og ein veruleika, ið als ikki var til. Alt til fyrimuns fyri seg og síni. Ikki fyri heildina.

Henda søgan hevur so sera nógvir líkheitir við fíggjarpolitikkin hjá hesi samgonguni.

Øll síggja nú, at “keisarin er nakin”

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur aftur og aftur fráboðað, at tann fíggjarpolitikkur hann stendur á odda fyri, er júst tað, ið skal til fyri at skapar framgongd og vøkstur fyri øll. **Samgongufólk, landsstýrisfólk og løgmaður hava latið sum um, at tey hava trúð hesum, hóast alt hevur bent á, at hetta jú als ikki var rætt.

Bæði búskaparfrøðingar, fakfólk, fakfeløg og andstøðan hava víst á, at samgongan fremur ein grundleggjandi skeivan fíggjar- og búskaparpolitikk, um ynskt verður at fremja átøk, ið skapa vøkstur til frama fyri alt fólkið í landinum.

Nú frágreiðingin frá Búskaparráðnum er komin – og somuleiðis nýggjar metingar úr Fíggjarmálaráðnum – síggja øll, at “keisarin er nakin”.

Veruleikin er avdúkaður.

Landsstýrið megnar ikki at røkka egnum málum

Fíggjarlógaruppskotið vísir eisini so týðiliga, at samgongan als ikki megnar at røkka teimum, málum, ið hon sjálv setir. Dømini eru mong:

Sagt varð, at skattapolitikkurin skuldi gagna øllum, skapa vøkstur og økta nýtslu. Hetta hendið ikki.

Sagt varð, at 0-vøkstur skuldi vera í almennu útreiðslunum. Hetta hendið ikki – og tað er gott. Sagt verður nú, at hallið í 2014 skal gerast 250 mió. kr., men hetta er sera ivasamt, tí roknað verður m.a. við 272 mió. kr. í inntøkuvøkstri í 2014 (ósannlíkt), og samstundis verður longu nu fráboðað, at 115 mió. kr. av óbrúktum íløgukrónum frá 2013 verða fluttar til 2014. Harvið gerst hallið í minsta lagi 250+115, tvs. 365 mió. kr. í 2014.

Sagt varð eisini, at hallið skuldi minkast bæði 2012 og í 2013. Hetta hendið ikki. Tvørturímóti.

Hallið økt hvørt ár síðan samgongan kom til

Tí meðan úrslitið hjá landinum broyttist til tað betra úr -688 mió. kr. í 2009 í -322 mió. kr. í 2011, so er hallið hækkað aftur síðan henda samgongan tók við.

Í 2012 hækkaði hallið og aftur í 2013 nú tað væntast at gerast 449 mió. kr.. Hetta enntá hóast samgongan hevur inntøkuført framtíðar pensjónsskattainntøkur á 213 mió. kr. í 2012 og 245 mió. kr. í 2013. Inntøkur, ið ikki vóru í 2011. Uttan forskattaðu pensjónirnar hevði hallið í 2013 verið heilar 694 mió. kr. Hetta eigur at fáa alarmklokkurnar at ringja.

Hetta vísir, at samgongan brennur ljósið í báðum endum. Bæði við at undirgrava núverandi inntøkur landsins og samstundis brenna av framtíðar pensjónsskattainntøkur.

Hetta verður enntá gjørt á ein hátt, ið als ikki skapar vøkstur í samfelagnum.

Búskapurin er uppsteðgaður

Tølini tala. Samgongan kann ikki renna undan veruleikanum longur.

Tí búskaparvøksturin minkaði í 2012 í mun til 2011 (úr 2,4% niður í 1,9%). Hartil var vøksturin í 2012 nógv minni enn lønarvøksturin (1,9% vøkstur í mun til 3,3% lønarvøkstur). Verður sæð burtur frá lønarvøkstrinum varð sostatt helst talan um eina veruliga minking í búskapinum í 2012. Samstundis benda lyklatølini fyri samfelagið á, at ferð heldur ikki kemur á búskapin í ár. Tíverri.

Tí vit kunnu staðfesta, at:

- Talið av løntakarum er minkað 145 seinasta árið (Úr 24.012 í 23.867).

- Lønargjaldingarnar standa í stað.

- Arbeiðsloysið er minkað – hetta er gleðiligt – men tá talið av løntakarum ikki økist samsvarandi, bendir nógv á, at arbeiðsloysið minkar vegna fólkafráflyting, at føroyingar fara í størv uttanlands, og/ella at fólk bert hvørva úr almennu skipanunum.

- Fleiri og fleiri føroyingar starvast uttanlands, og rinda harvið ikki skatt til land og kommunur. - MVG-inntøkurnar standa í stað.

- Vit gerast meira og meira bundin av olju. Innflutningurin av brennievni fór úr 654 mió. kr. í 2009 upp í 1,3 mia. kr. í 2012. Ein dupult útreiðsla uppá 4 ár.

- Nettoogn landskassans er farin úr 1,8 mia. kr. í 2007 til eina nettoskuld í 2013.

- Samstundis vísir Búskaparráðið eisini á, at fíggjarliga haldførið hjá føroyska búskapinum er sera ivasamt, og at “skatting av pensiónum við inngjaldi bøtir ikki um fíggjarliga haldførið upp á longri sikt - men tað øvugta.”

- Inntøkur landsins eru hartil 153 mió. kr. minni í 2013 enn roknað varð við í fíggjarlógini fyri 2013, og

- fólkatalið er minkað og samansetingin er skeiklað.

So sanniliga áliggur okkum ein stór ábyrgd her á Løgtingi, at fáa vent gongdini.

Økt skuld og øktar rentuútreiðslur

Samstundis økist skuld landsins í hvørjum. Landsins bruttoskuld er nú farin úr 3,6 mia. kr. í 2008 upp um 6 mia. kr. í 2014. Vit kunnu gleðast um, at rentan í dag er søguliga lág. Landið rindað bert 1,75% í rentu seinast lán vórðu endurnýggjað. Men tað kann gerast skjótt, at rentan hækkar nøkur prosent. Bæði vegna verri rating tí landsstýrið ikki megnar at røkka settum málum, og vegna hækkandi rentustøði altjóða. Fyri hvørt prosent, ið rentan hækkar vil rentuútreiðslan á fíggjarlógini hækka um 60 mió. kr. og hækkar rentan 2% hækkar rentuútreiðslan 120 mió. kr., hækkar rentan 3% er talan um 180 mió. kr. Peningur, ið verður minni til vælferðartænastur. Tí skulu vit sjálvandi ikki økja skuldina meira enn neyðugt.

Tað, at landið hevur hall tá búskapurin er í aldudali, er ikki ein trupulleiki í sjálvum sær, men trupulleikin er, at veruleikin vísir, at hetta landsstýrið ikki megnar at fáa okkum úr verandi støðu. Ikki megnar at seta greið mál og tryggja fíggjarliga haldførið hvørki uppá stutt ella langt sigt.

Samgongan spjaðir og skakar

Spurningurin, ið stendur eftir er: Tá føroyski búskapurin als ikki er so hart raktur av altjóða fíggjarkreppuni, sum nógvir aðrir búskapir í Europa og kring heimin, hví er gongd so ikki komin á samfelagshjólini aftur? Tá vit samstundis vita, at rentan er søguliga lág, munandi framgongd er í alivinnu og pelagisku vinnuni, stóru kommunurnar lækka skattin, samstundis sum landsstýrið árliga velur at brúka 245 mió. kr. av framtíðar pensjónsskattauppsparingini her og nú, so undrar hetta kanska enn meira. Hví kemur ikki gongd á?

Ein av høvuðsorsøkunum er framdi neo-liberali politikkurin hjá samgonguni – saman við mongu manglandi nýskipanum, ið vit øll bíða eftir.

“Never let a good crises go to waste” er eitt av slagorðunum hjá neo-liberalu hugsjónini. Eisini í Føroyum hava Fólkaflokkurin og høgravendi Sambandsflokkurin - væl stuðlaðir av Sjálvstyrisflokkinum og Miðflokkinum – gagnnýtt altjóða figgjarkreppuna sum eina umbering fyri at fremja eina røð av átøkum, ið skulu stuðla undir neo-liberalu hugsjónina:

1. Meira til tey, ið hava, og minni til tey, ið ikki hava (Flatskattalætti á yvir 300 mió. kr. til tey, ið hava mest og pensjónsskattahækking til tey, ið hava minst)

2. Av-regulering – eftirlitsstovnar avtakast ella minkast (Landsbanki Føroya avtikin, Fiskiveiðueftirlit og Havstova tálmað)

3. Tøma almennar ogn (Búskapargrunn Føroya, Landsbankafæið, Niðurlagað Vinnuframagrunn, Búnaðargrunn og brúka framtíðar pensjónsskattauppsparing)

4. Minimalstat framum vælferðarstat (ongar lønarframskrivingar á fleiri økjum, og fleiri átøk fyri at minka um almennu tænasturnar – eitt nú á eldraøkinum)

Samstundis er landið ført langt av sjálvbjargniskós, eitt nú við blokkhækking, avtøku av Landsbanka, og við at tøma Búskapargrunnin.

Hetta eru øll dømi um átøk, ið hava skapt ótryggleika, minkað um nýtslu- og íløguhugin, og harvið útsett eina framgongd í føroyska búskapinum. Hetta sæst eitt nú týðiliga aftur í sera lágu privatu nýtsluni (nýtsla um 86,5% av tøku inntøku). Hetta hevur aftur eitt nú stóra ávirkan á inntøkur landsins, tí um privata nýtslan var á sama miðalstøði sum vanligt (nýtsla um 92% av tøku inntøku), so verður mett, at landsins inntøkur høvdu verið yvir 150 mió. kr. hægri í avleiddum MVG og skattainntøkum.

Vit mugu minnast til, at búskapurin er ikki tøl. Búskapurin er menniskju - og alt tað virksemi sum vit skapa hvønn dag. Um vit menniskju ikki kenna okkum trygg við framtíðarútlitini, so halda vit aftur í nýtslu og íløgum, og hetta sæst sera týðiligt í føroyska búskapinum í dag.

Ríkar møguleikar at venda gongdini

Tað tykist tó, sum samgongan hevur ásannað, at førdi politikkurin ikki ber framá. Tí ávísir glottar eru at hóma, og tað er avgjørt at gleðast um, at nakrar ábøtur nú verða gjørdar. Eitt nú fær Mentanargrunnurin part av tí, ið tikið varð aftur, Fróðskaparsetrið fær 4-5 mió. kr. afturat, eisini er játtan til Fountain Hús og Diabetesætlan, eins og íløgurnar í miðnámsskúlar og vardir bústaðir eru góð átøk.

Tað ber eisini væl til at fáa búskapin, samfelagið og fólkið alt framá skjótt aftur. Tí vit eru millum ríkastu tjóðir í heiminum, og ein fyrimunur við at vera eitt lítið samfelag er, at mennandi tillagingar kunnu fremjast lutfalsliga skjótt. Her krevst bert ein heilt nýggj leið, so um Tjóðveldi - saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn - eisini hava víst á í alternativu fíggjarkørmunum fyri 2014. Nøkur átøk eiga at verða framd beinanvegin. Hesi eru:

1. Savnandi politikk og nýskipanir

Semju tvørturum andstøðu og samgongu um nýskipanir innan fiskivinnuna, heilsuverkið, kommunurnar, eldraøkið, miðfyrisiting – og sjálvandi eina búskaparsemju um átøk at røkka einum sjálvbjargnum búskapi.

Hetta vil savna fólkið, endurreisa álitið á politisku leiðsluna og tryggja vælferðina.

2. Stimbrandi búskaparpolitikk og tryggja fíggjarliga haldførið

Nýggj skatta- og avgjaldsskipan, ið breiðkar skattagrundarlagið, soleiðis at rúm er fyri at lækka skattin á arbeiði hjá lág- og miðalløntum, uttan at hækka marginalskattin.

Umleggja frá flatskatti til progressiva skattaskipan bæði fyri løn og pensjón, herundir umleggja forskatting av pensjón til pensjónsskatt við útgjald.

Hetta vil betra fíggjarliga haldførið, økja privatu nýtsluna og skapa vøkstur.

3. Fremja fólkavøkstur

Málrættaðar íløgur í útbúgving og mentan, umframt miðvísan vinnu- og granskingarpolitikk, ið skal skapa øktan trivna, produktivitet og kappingarfør arbeiðspláss. Samanhangur má vera millum ymsu politikkirnar – frá útbúgvingar- til vinnu- og mentanarpolitikk. Hetta vil stimbra fólkavøksturin, ið er ein fyritreyt fyri at tryggja vælferðarsamfelagið og framtíð Føroya.

Latið okkum savna og stimbra

Vit síggja nú øll, at tíðin er komin til at broyta politikk. Tí hóast landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur fast í at landið er “á rættari kós”, so tala tølini sítt greiða mál, og øll síggja nú, at “keisarin er nakin”.

Samstundis ynskja vit øll, at Føroyar og føroyingar verða “ílatin” rætt, fjálgt og trygt til avbjóðingarnar fyri framman - og til ferðina fram móti einum sjálvbjargnum búskapi og samfelagi til frama fyri allar føroyingar. Fyri at røkka hesum má ein nýggjur, savnandi og stimbrandi búskaparpolitikkur til. Hetta letur seg gera, um viljin er til staðar - og serliga um ein lítil minniluti í samgonguni, ikki sleppur at ráða yvir meirilutanum á Løgtingi.

Latið okkum fyri einaferð skyld vísa, at alt Løgtingið megnar at taka saman hendur og fremja munandi broytingar - til frama fyri alt fólkið í Føroyum.

Latið okkum saman byggja land.

Á Løgtingi, 3. oktober 2013

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna og framsøgufólk í fíggjarmálum fyri Tjóðveldi