Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsfyrisitingin á Jobmatch

Landsfyrisitingin verður við á Jobmatch, sum verður 28. desember í Østrøm, á Skálatrøð.

Á Jobmatch er gott høvi at fáa kunning og prát um landsfyrisitingina. Vit vilja fegin skapa sambond við lesandi, nýútbúgvin og onnur. Góðir møguleikar eru hjá lesandi at vera í starvsvenjing og fáa ráðgeving og hjálp í samband við uppgávuskriving.

“Vit ynskja at vera sjónlig, kunna um landsfyrisitingina, sum er eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss. Vit vilja skapa sambond við lesandi og onnur, sum hava áhuga í at starvast í landsfyrisitingini. Tí eru vit við á Jobmatch” sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri.

Landsfyrisitingin fevnir um Løgmansskrivstovuna og sjey stjórnarráð.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja básin, har starvsfólk okkara greiða frá og svara spurningum.**