Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsfundur Sjálvstýrisfloksins hevur hesa yvirlýsing

Á landsfundi Sjálvstýrisfloksins í dag, varð soljóðandi yvirlýsing samtykt.

Tíðindaskriv:

Fólkavøsktur

Sjálvstýrisflokkurin vil, at nógv størri dentur skal leggjast á at finna fram til, hvat skal til fyri at skapa fólkavøkstur í Føroyum. Neyðugt er at arbeiða við ítøkiligum og langtíðar loysnum fyri, at fólkatalið í Føroyum kann vaksa. Landsfundurin fegnast um, at Sjálvstýrisflokkurin í samgonguni, eitt nú við Sandoyarætlanini, longu hevur verið við til at fremja tiltøk til verju fyri fólkatalið í einum av útjaðarøkjunum í landinum.

Ferðavinna

Sjálvstýrisflokkurin fegnast um, at játtanin til ferðavinnuna er tvífaldað. Raðfestingin skal halda fram, so ferðavinnan framyvir verður ein týðandi partur av samfelagsbúskapinum.

Útbúgving

Sjálvstýrisflokkurin vil, at enn størri dentur verður lagdur á útbúgvingar- og skúlaviðurskifti, tí eitt væl útbúgvið fólk er eitt tað týdningarmesta tilfeingið í einum nútímans samfelagi.

Livikor

Sjálvstýrisflokkurin vil, at stórur dentur skal leggjast á at betra livikorini hjá teimum, sum hava skerdar møguleikar, soleiðis at tey kunnu fáa eina virðiliga tilveru.

Orka

Sjálvstýrisflokkurin við ábyrgd fyri umhvørvismálum, leggur stóran dent á at náa málinum, at útlátið skal minkast við 20 prosentum fram til 2020.

Arbeiðsumvhvørvi

Sjálvstýrisflokkurin vil, at arbeiðsumhvørvið verður raðfest, fyri at fyribyrgja óneyðugar arbeiðsskaðar og útreiðslur.