Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsdansistevnan í Runavík

Leygardagin tann 11.mai er LANDSDANSISTEVNAN, sum verður hildin triðja hvørt ár, í Runavík. Tá stevna fólk, ið dansa føroyskan dans í dansifeløgum um alt landið – og Keypmannahavn við – til Runavíkar at halda stevnu. Stevnan verður sett kl 17.00 við ráðhúsið.

Setanin er almenn. Ein av okkara eldru limum hugleiðir um føroyskan dans. Aftaná verður – um tað viðrar – fyrra helvt av Sigmunds kvæði yngra kvøðin. Hetta kvæði er valt, tí flestu fólk duga at kvøða við, og vit vilja gjarna, at øll koma uppí, tí føroyskur dansur er fyri øll – ikki bara fyri fólk úr dansifeløgum. Ein av okkara ungu limum skipar. Seinni verður veitsla fyri innbodnum í Ítróttarhøllini.

Í sambandi við LANDSDANSISTEVNUNA hevur Bókasavnið við Løkin saman við Eysturoyar dansifelag gjørt eina framsýning: Kvæðabøkur og kvæðasøga. Har er kvæðabókin hjá H.C. Lyngbye til skjals: fyrsta bók, ið er prentað á føroyskum, ið kom út í Randers 1822. Framsýningin er opin leygardagin kl 13-18. Annars er framsýningin opin eina viku aftrat kl 13-18.