Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kári P. Højgaard, Per Starklint og Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum

Landið yvirtekur ognirnar í Mjørkadali í næstum

Eftir at Mjørkadalur og Sornfelli er niðurlagt sum Nato-støð, og nú bert skal halda eyga við sivilari flogferðslu, hevur landsstýrið frá danska statinum fingið bjóðað at yvirtaka ognirnar haruppi. Saman við umboðum frá Landsverki hevur landsstýrismaðurin við fylgi júst verið vitjan á fyrrverandi NATO-støðini og kunna seg um brúksmøguleikarnar av ognunum.

Har tað fyrr hava búð upp í eini 200 fólk frá donsku verjuni í styttri ella longri tíðarskeið í stásiliga flagtekjubygninginum í Mjørkadali, eru tað nú bert 9 fólk, ið ósjálvboðin búgva har. Eftir at soppavøkstur varð staðfestur í bygninginum hjá Politistøðini í Jónas Broncksgøtu, har arresthúsið hjá Kriminalforsorgini lá, vórðu tey innsettu flutt niðan í Mjørkadal at sita dóm ella varðhald av.

Virksemið hjá NATO í Mjørkadali og á Sornfelli er niðurlagt, og nú er bert ein radari til sivila flogferðslu í øðrum av stóru kuplunum. Danski staturin hevur tí bjóðað landsstýrinum at yvirtaka allar ognirnar haruppi.

Fríggjadagin var landsstýrismaðurin í innlendismálum við fylgi saman við stjóra og øðrum umboðum frá Landsverki á kunnningarferð á niðurløgdu NATO-støðini. Kári P. Højgaard heldur, at serliga stásiligi og væl innrættaði flagtekjubygningurin í Mjørkali letur upp fyri nógvum brúksmøguleikum hjá eitt nú almennu fyrisitingini, ella onkrum øðrum virksemi.

- Vit hava heilar trý túsund fermetrar í flagtekjubygninginum, sum er sera væl innrættaður. Eg haldi, her eru nógvir spennandi møguleikar, og vit eiga at hugsa nærri um, hvat virksemi vit kunnu flyta inn haruppi, sigur Kári P. Højgaard.

Umframt bygningin við síðubygningum fylgja eisini ognirnar á Sornfelli við, har meginparturin liggur inni í sjálvum fjallinum við gongdum og rúmum, sum í síni tíð vórðu nýtt til verjuendamál. Eisini fylgja kommandørhúsini yviri við Strond í Havn við í yvirtøkuni.

Tað, sum eftir er av virksemi á Sornfelli, er ein nýggjur og minni radari, ið heldur eygað við flogferðsluni yvir og framvið Føroyum. Somuleiðis hava føroysku telefyritøkurnar og útvarp og sjónvarp antennur og aðra tekniska útgerð haruppi.

Æltanin er at seta ein hugskotsbólk at gera uppskot til, hvat ognirnar skulu nýtast til. Við yvirtøkuni fylgir sjálvandi ein útreiðsla við til landið, ið framyvir kemur at halda ognirnar viðlíka. Miðjað verður ímóti, at yvirtøkan fer fram umleið 1. apríl í ár.

Á myndini ovast síggjast frá vinstru Ove Ritter, umsjónarmaður i Mjørkadali, Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendimálum, og Per Starklint, fyrrverandi ovasti fyri Færøernes Kommando.