Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landið vísir føroyskum ráðgevarum misálit

P/f Eystur- og Sandoyartunlar og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum vísa føroyskum ráðgevarum misálit, tá sagt verður, at teir ikki eru førir fyri at tekna og projektera tunlarnar og lyfta uppgávuna fíggjarliga. Felagið átalar, at ráðgevaravinnan ikki fær møguleika at bjóða seg fram og av órøttum verður kolldømd.

Tíðindaskriv

Ráðgevarafelagið vísti í almennum skrivi 22. apríl á, at føroyskar ráðgevarafyritøkur eiga at sleppa framat at prosjektera og stýra verkætlanini at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. 

Hendan áheitan varð sett fram, tí P/f Eystur- og Sandoyartunlar hevur tikið upp samband við norskt felag at standa fyri verkætlanini. Tunnilsfelagið og landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hava síðan sagt, at hetta er gjørt, tí føroysku ráðgevarafyritøkurnar eru ikki nóg sterkar fíggjarliga. Hetta uppáhaldið er ósatt. 

Føroyskir ráðgevarar kunnu tekna og projektera tunlarnar líka skjótt, líka væl og líka bíliga sum ein og hvør útlendsk fyritøka – við neyðugum fíggjarligum trygdum. ”Støðan í løtuni er, at føroyskir ráðgevarar ikki so frægt sum sleppa at bjóða upp á verkætlanina, hóast kostnaðurin at projektera tunlarnar neyvan verður meira enn 1-2 prosent av samlaða byggikostnaðinum. Tað er sera margháttligt og átaluvert,” sigur Selmar Nielsen, formaður í Ráðgevarafelagnum.

Ráðgevarafelagið heldur, at landið grovt undirmetir føroyskan fakkunnleika, og at hendan undirmeting undirgrevur álitið á alla føroyska vinnu. Felagið heitir tí enn einaferð á politisku skipanina um at vinna føroyskum ráðgevarum tann rætt, sum semja var um, at teir skuldu fáa í verkætlanini.

”Føroyskir ráðgevarar hava lyft stórar verkætlanir í Føroyum í 50 ár, og talan var bæði um tunlar, vegir, bygningar, brýr og havnir. At tekna og projektera tveir tunlar aftrat megna teir væl og virðiliga bæði fakliga og fíggjarliga, og tí er onki høpi í at fara av landinum við arbeiðinum,” sigur Selmar Nielsen.