Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landið spælir hasard við kommununum

Tað er barnalærdómur í kommunupolitikki, at so at siga hvørt ár samtykkir løgtingið lógir og reglur, sum ávirka kommununum uttan at taka atlit til fylgjurnar fyri tær. Í dag síggja vit hetta betur enn nakrantíð.

Jógvan Arge, Tórshavn, býráðslimur fyri Tjóðveldi:

Tá fíggjarlógin verður samtykt til jólar, verða í síðstu løtu samtyktar broytingar í skattareglum, ið gera, at tær longu samtyktu fíggjarætlanirnar hjá kommununum fara av lagi, tí kommunurnar skula bløða av sínum kassa fyri løgtingsins gávumildni.

Taka vit fíggjarlógina í fjør, so samtykti samgongan at taka inntøkurnar av skattinum frá pensjónsútgjaldi frá kommununum og í framtíðini lata tær renna fult og heilt niður í egnan kassa, landskassan.

Hetta fær álvarsamar fylgjur fyri inntøkusíðuna og harvið rásarúmið hjá kommununum í alla framtíð.

Demokratiskt undirskot

Kommunumálini, sum verða viðgjørd á løgtingi, eru í høvuðsheitum yvirskipað mál, ið vanliga ikki fáa breiða viðgerð í kommununum. Mínar royndir eru, at kommunurnar mest halda seg til tey málsøki og tær avgerðir, sum eru heimilað í kommunufulltrúini, ið ásetur, hvat ein kommuna skal og kann.

Ein av grundunum er, at arbeiðið hjá teimum fólkavaldu í einum kommunustýri er ikki takserað sum annað enn frítíðarítriv, og sostatt er avmarkað, hvussu nógv hesi fólk eftir arbeiðstíð kunnu gera burtur úr tungum málum millum eina rúgvu av øðrum.

Av hesum stendst eitt fólkaræðisligt undirskot í allari viðgerð av teimum stóru kommunumálunum, eisini bardaganum um at leggja kommunur saman og leggja fleiri málsøki á kommunurnar at umsita og gjalda.

Kommunulógin, sum løgtingið hevur gjørt, eigur sín part í hesum demokratiska halli, og kommunurnar eiga sjálvar sín part. Tær eru jú gingnar saman í kommunufeløg at umboða seg í felags málum mótvegis landsins myndugleikum og øðrum. Tær stóru kommunurnar eru uppi í Kommunusamskipan Føroya, KSF.

Har hava bara borgarstjórar og kommunustjórar atgongd, og vit onnur deyðiliga ána stórt sæð ikki, hvat tey gera. Men tað er har nógvar óviðgjørdar politiskar meiningar úr kommununum verða lagdar saman og sendar landsstýri og løgtingi í hoyringssvarum og slíkum sum kommunalar niðurstøður.

Her ruggar, sum skilst, ikki rætt av fleiri grundum. Tað kom eisini sólarklárt til sjóndar í vár, tá vegleiðandi fólkaatkvøða var um at leggja kommunur saman sum fortreyt fyri at leggja málsøkir sum eldraøkið og skúlan út á kommunurnar.

Stórur meiriluti av tí triðinginum av veljarunum, sum var á vali, segði kortanei til at leggja saman, tí alt ov stór óvissa var um, hvat landsstýrið og løgtingið kundu finna uppá.

At heilir tveir triðingar av veljarafjøldini sótu heima, var helst tann dyggasti frammaná, sum hugsast kann hjá teimum, sum við høvur undir armi arbeiða fyri tí sonevnda kommunureforminum.

Tá eldrabylgjan brýtur

Kortini uppliva vit, at landsstýriskonan í almannamálum arbeiðir yvir háls og herðar fyri at leggja eldraøkið út, tí at tað skal tæna fólkinum best í allar mátar.

Samstundis sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum, at soleiðis, sum kommunala kortið sær út – eisini við samarbeiðseindum – verður tað alt ov dýrt at leggja skúlan út.

Also tvær tungur í sama landsstýri um tvey øki, har trupulleikarnir eru líkir.

Almannamálaráðið hevur fleiri bólkar sitandi at leggja leistin fyri framtíðar eldraøkinum. Bert ein spurningur kemur ikki á borðið. Tað er spurningurin um fíggingina. Hann verður ikki nortin.

Fyri mær at vísa seg vilja landsstýri og løgting sleppa av við eldraøkið alt, sum tað er, sum skjótast, tí tað er ein tikkandi bumba undir landskassanum.

Teimum er høgligari er at skumpa eldraøkið yvir á sjey kommunalar samarbeiðseindir. So kunna tær standa í briminum, tá bylgjan brýtur.

Lítið riddarlig atferð av landsins politisku elitu.

Koyra seg í positión

Onkur fíggjarlig uppgerð skal til, um eldraøkið verður lagt á kommunurnar. Okkurt tal skal ásetast fyri pengarnar, sum landið vónandi skal rinda kommununum í endurgjaldi bæði upp á stutt sikt og upp á longri sikt.

Nú ljóðar longu at vera ein tendensur til, at landið skarvar av verandi rakstrarútreiðslum, sum tað eigur fult og heilt, til tess at hava tær so lágar sum gjørligt, tá uppgjørt verður.

Á henda hátt sleppur landið upp á tann eina dag bíligari enn tað eigur, og mótsatt verður skyldan, sum kommurnar fáa niður yvir seg, nógv dýrari enn hon átti at verið.

Ein ótti í hesi ætlaðu gongd er, at umstøðurnar hjá teimum eldru verða ymiskar frá kommunu til kommunu, alt eftir, hvat tær hvør í sínum lagi fara at raðfesta ella fara at formáa sær.

Hetta er ein grundaður ótti, tá tú sært, hvussu altrátt landsstýrið er eftir at kasta eldraøkið av sínum herðum heldur enn taka tarvin við horninum og sjálvt sum ábyrgdari standa sum garantur fyri mannsømiligum korum í Føroyum í ellini. Eg meinti, at tað var júst tað, vit hava landið til.

Hasard við teimum gomlu

Bæði í eldramálum og skúlamálum er í dag talan um meir og minni fløktar umsitingareindir. Á skúlaøkinum ráða kommunurnar fyri húsunum, men ikki fyri innihaldi og frálæru.

Á eldraøkinum ræður landið fyri øllum, men hevur lokkað kommunurnar at gjalda í dýrum dómum fyri bygningar, sum ikki eru teirra formliga ábyrgd, men ein ábyrgd, sum bæði løgting og landsstýri hava forsømt dyggiliga í áravís.

Hvat vil eg so siga við hesum? Jú, eg vil fyrst og fremst siga tað, at úr mínum kommunupolitiska sjónarhorni verður spælt hasard við bæði kommunum og eldraøki, og útlit kunnu vera til, at tað verður ikki gamansleikur at gerast gamal og veikur í Føroyum.

Í sama viðfangi verða kommunurnar fíggarliga bundnar á hendur og føtur. Framstigini verða tí fá og smá. Og vælferðarsamfelagið, vit rópa uppá, verður bert eitt eiti, taka tey, sum ráða fyri borgum nú, sær ikki aðrar og betri partar fyri.

---