Landið skal ikki
Landið skal ikki
hava vinningsbýti
mvg
ella skatt.
Vinningurin er okkara
bert okkara.
Vit eiga vatnið,
luftina, havið
og alt, ið svimur í havinum
og finnst undir
havbotninum.
Fólkið eigur bert arbeiðsmegina,
ið hon verður noydd til
at selja okkum
fyri so mikið, at hon kann
halda áframm í tænastuni
og reproducera seg
so at okkara børn kunnu
taka yvir
har vit sleppa.
Vit skulu altíð eiga og valda.
Meðan fólkið skal byrðarnar bera
tiga og gjalda.
Amen: soleiðis skal tað (altíð)vera.
Leyðsliga týtt eftir
høgraradikalreligiøsum.
Dagfinnur Danbjørg.