Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landið má hjálpa kommunum at víðka røktarøkið

Landið megnaði ongantíð at nøkta tørvin á røktarplássum, men nú, minni enn tríggjar mánaðir eftir, at kommunurnar hava yvirtikið røktarøkið, arbeiðir Heilsumálaráðið við gera lóg um at senda kommunum rokning fyri at røkt av eldri, sum liggja á sjúkrahúsi, tí einki røktarpláss er at fáa.

Tíðindaskriv, 11. mars 2015

Heilsumálaráðið arbeiðir í løtuni við einum lógaruppskoti, sum skal gera tað møguligt hjá landinum at senda kommunum rokning fyri at røkta persónar á sjúkrahúsunum. Persónar, sum ikki kunnu útskrivast, tí hvørki heimarøktin ella eitt røktarheim er at taka sær av teimum.

Rokningin kann sendast til kommunurnar, tí tær eiga uppgávuna verður sagt, og at hetta hevur verið gjørt í Danmark.

Tað er møguligt, men hetta er fullkomiliga órímiligt, tá hugsað verður um, at tað als ikki er nakað nýtt, at persónar liggja a sjúkrahúsunum, tí teir ikki kunnu úskrivast til onki, og at hetta tí átti at verið ein partur av teimum samráðingum, sum hava verið millum landið og kommunurnar um yvirtøku av røktarøkinum.

Langar tingingar hava verið millum land og kommunur um yvirtøku av røktarøkinum, og partarnir hava verið samdir um støddina av uppgávuni, og hvussu nógvur pengingur skuldi fylgja við. 

At koma nú, minni enn tríggjar mánaðir eftir, at kommunurnar hava yvirtikið røktarøkið, og í veruleikanum víðka teirra uppgávu við øllum teimum røktarpersónum, sum liggja á sjúkrahúsunum, er fullkomiliga ábyrgdarleyst. Røktarstøðið hevur verið støðugt fallandi í fleiri ár. Tað er onki sum bendir á, at kommunurnar fara at økja røktarstøðið. Og tað hjálpir sjálvsagt als ikki at økja um uppgávuna hjá kommunum uttan at geva teimum neyðuga peningin við. Hetta fer at ganga út yvir tey, sum hava tørv á røkt.

Tað er tó fíggjarliga høpisleyst at røkta fólk á sjúkrahúsunum, tí tað er nógv dýrari enn at røkta tey heima ella á røktarheimum. Støðan átti tí at verið loyst fyri langari tíð síðani. Nú er einasta loysn, at kommunuarnar fáa neyðuga peningin frá landinum til at víðka røktarøkið, soleiðis at pláss verður fyri teimum persónum, sum í dag verða røktaði á sjúkrahúsinum.

Vegna 

TIGN

Rúna Sivertsen
Hanne-Dot Ludvig
Betzy Ludvig
Mary Antonsdóttir
Tóra Tórgarð