Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landið koppar

ODDAGREIN Í OYGGJATÍÐINDUM FRÁ 23.12.2011: Hetta er seinasta blað fyri jól, og fara vit at nýta høvi, at taka afturí nakað av tí, sum rørist í samfelagnum av týdningi.

Tað, sum sjálvandi liggur fremst fyri er flatskatturin, og uppskoti um at skatta pensjónirnar við inngjaldinum.

Hetta hevur øst alt samfelagið - og ikki uttan orsøk. Vit hava tíverri ikki sæð nokk til serfrøðina, men teir serfrøðingar, sum hava úttalað seg um hesi viðurskiftir, taka ikki undir við samgonguni, sum ikki heldur kann svara uppá hvør avleiðingin verður av hesum.

Føroyingar eru so skelkaðir og illir, at sjálvt teir, sum hava havt samkenslu við Sambandsflokkinum, eru til reiðar at fara til Danmarkar, og biðja danir um at koyra tingið til hús, og so fáa okkurt í staðin, sum líkist einari amtsstøðu.

Frammanundan hevur heimastýrislógin spælt fallitt, tí ríkislógartilmælir verða ikki samtykt, soleiðis at føroyingar verða javnstillaðir við danir.

Mannarættindaprinsippini eru ikki galdandi fyri føroyingar, og rættarskipanin dømir nationalar lógir at ganga fram um mannarættindakonventiónina.

Í Føroyum tosa summir flokkar um tjóðarfrælsi, men taka sum givið, at borgarar landsins skulu ikki hava talu og skrivifrælsi, og als ikki pressan í Føroyum, sum er munandi verri fyri enn í Danmark, sum ikki kunnu verða dømdir uppá úttalilsir hjá øðrum persónum, sum tó er vanligt í Føroyum.

Í Føroyum er eisini ein sera álvarsom støða galdandi. Borgarar landsins eru tíbetur við at vakna, men vandin liggur í, at politiska skipanin ikki virðir landsins borgarar og teirra ynskir ella krøv.

Tað er rættiliga álvarsamt, at minnilutastøður verða ikki virdar. Samgongan vil t.d. ikki hoyra talan um at djúpkanna avleiðingarnar av flatskattinum og broytingarnar við pensjónunum.

Lat okkum her uppundir jólaaftan, kalla ein spaka fyri ein spaka. Sannleikin er tann, at hendan spenta støðan er íkomin tí at samfelagið er við at rúka av knóranum, og landið skríggjar eftir pengum.

Tryggingarsamband Føroya, er heilt illa fyri. Eginognin er svunnin. Eik-prosjektið er ikki jósareyði fílurin, og BankNordik hevur forkeypt seg við Amagerbankanum, og samfelagið er við at koppa. Tí skulu pensjónirnar heim, og øll liggja fløt fyri flatskattinum. Landið koppar tó kortini. Við hesum veruleika fara vit tó at ynskja øllum eini gleðilig jól.