Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landgrunsnevndin hjá ST viðgerð krav Føroya

Landgrunsnevndin hjá Sameindu Tjóðum viðgerð í hesum døgum kravið hjá Føroyum til landgrunnin norðan fyri Føroyar. Kravið varð latið ST á vári 2009 og fevnir um eitt øki á góðar 88.000 ferkilometrar. Føroyska sjóøkið er í dag góðar 267.000 ferkilometrar.

Ein undirnevnd hjá landgrunsnevndini varð á heysti 2012 sett á stovn fyri at viðgera kravið. Undirnevndin er mannað við sjey limum úr landgrunsnevndini. Í hesum sambandi er sendinevnd fyri Føroyar/Danmark í New York fyri at svara spurningum frá undirnevndini.

Í dag var kravið hjá Føroyum lagt fram fyri alla landgrunsnevndina, ið telur 21 limir. Í komandi viku fara sendinevndin og undirnevndin at viðgera kravið. Tá ið henda viðgerðin loksins verður liðug, skal fulla landgrunsnevndin taka endaliga avgerð um, hvørt kravið er í samsvar við krøvini í havrættarsáttmála Sameinda Tjóða.

Semja er ígingin við Noreg og Ísland, ið hava umskarandi krøv til henda landgrunnin. Sambært hesi semju er ætlaða býtið av økinum treytað av, at øll trý londini fáa samsvarandi øki viðurkend av landgrunsnevndini. Noreg hevur longu fingið krav sítt góðkent av landgrunsnevndini, meðan ein undirnevnd hjá landgrunsnevndini viðgerð nú kravið hjá Íslandi.

Sambært semjuni skulu londini møtast, tá at landgrunsnevndin hevur viðgjørt krøvini hjá øllum trimum londum. Sendinevndin er mannað við embætisfólki og serfrøðingum úr Jarðfeingi, Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni, De Nationale Geologiske Undersøgelser for Danmark og Grønland (GEUS), Udenrigsministeriet, Danish Technical University og Sjálvsstýrið í Grønlandi.