Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landbúnaðarvísind í Sandoynni

Á veljarafundinum á Sandi hósdagin 20. august var skotið upp at fáa í lag eftirskúla í oynni. Hetta er gott hugskot, tí hóast vit nú langt um leingi fáa okkara fyrsta eftirskúla í Vági, so er eftirspurningurin eftir hesi tænastu so stórur, at tað einki er ið forðar at vit fáa minst ein afturat.

Men hetta uppskot elvir til nýggja umhugsan. Natúrligt hevði verið, at hesin eftirskúla legði serligan dent á tað sum Sandoyggin er best til, nevnliga landbúnað. Innan landbúnað eru stórir møguleikar í Føroyum, soleiðis sum teir í verki vísa á í hesi oyggj.

Samstundis vísir granskingarráðið á, at alt ov lítil dentur verður lagdur á gransking í Føroyum. Vit hava brúk fyri gransking á so nógvum økjum. Sjálvandi fyrst og fremst fyri at finna út av hvat sjálvstýri vit hava rætt til, men eisini fyri at leggja okkara framleiðsluvinnu lag á hvussu nýggj vísindi kunnu gera tað liviligari hjá okkum sum her búgva.

Fróðskaparsetur okkara hevur tørv á deildum, sum lýsa hetta mál.

Har hevði verið upplagt, at Fróðskaparsetrið fekk eina deild í Sandoynni, har næmingar og lærarar kundu viðgera ein so umráðandi spurning sum hvat ið vit kunnu fáa burtur úr landbúnaðinum. Hvat er rætt at gera? Hvørjar plantur skulu vit dyrka? Hvørji kríatúr skulu vit hava? Hvørji amboð skulu vit brúka? Innan alt hetta henda broytingar støðugt, og bert um vit eru á hægsta vísindaliga stigi ber til at fylgja við og taka rættar avgerðir. Men gera vit tað, so ber eisini til at fáa glæsilig úrslit til frama fyri land og fólk.

Tí er tað so gleðiligt, at vit hava eitt granskingarráð, sum roynir at fáa okkara politikarar at at kýta seg at satsa upp á tað, sum veruliga loysir seg, ikki bert fyri Sandoynna, men eisini fyri allar Føroyar.

Zakarias Wang