Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landbúnaðarráðstevna í Ósáskúlanum í Klaksvík, leygardagin 11. januar 2014

Í byrjanini av komandi ári, verður skipað fyri einari landbúnaðarráðstevnu í Klaksvík, har fokus verður sett á føroyskan landbúnað.

Tíðindaskriv !

Hvussu síggja landsins myndugleikar framtíðarmenning innan landbúnaðarvinnuna í Føroyum. Í samband við at landsstýrismaðurin, sum varar av landbúnaðarmálum, hevur sett skjøtul á kjak um einskiljing av landsjørð, er talan um eitt upplagt høvi at fáa eitt breitt kjak millum politikisku skipanina og vinnuna, umframt øll, sum hava hug at kunna seg nærri og siga sína hugsan um viðurskiftini.

Ráðstevnan tekur serligt atlit til við serligum atliti til seyðahald, neytahald tvs. stráðframleiðslu, kjøtframleiðslu, mjólkaframleiðslu og aðrir úrdráttir, jarðarbrúk vm.

Einskiljing, nýggj matvørulóggáva og aðrar avbjóðingar innan vinnuna eru tí sera viðkomandi frameftir.

Búnaðarstovan kemur at greiða frá um tær ymisku uppgávurnar hjá stovninum og framtíðar avbjóðingar. Somuleiðis kemur Búnaðarstovan at greiða stutt frá um Lóg um Landsjørð, Girðingarlóg, Hagalóg.

Bóndafelagið og Óðalsfelagið greiða frá um teirra virksemi og leiklut innan føroyskan landbúnað og um hvussu limir tess meta um framtíðarútlitini.

Serkøn kunning um seyðahald og hagabit, umframt jarðarbrúk og hvørjir framleiðslumøguleikar eru innan landbúnað í Føroyum.

Djóralæknin greiðir frá um sníkar á seyði, bruna- og aðrarsjúkur hjá seyði í Føroyum (ridluskriði) og um handfaring, fyribyrging/koppseting vm.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan greiðir frá um slátur og reinføri, løggildingar vm. umframt nærri kunning um ætlaðu matvørulógina, sum skal íverksetast í 2015.

Hagstovan greiðir nærri frá um innflutning av landbúnaðarvørum, sum vit møguliga kundu framleitt í Føroyum.

Ferðaráð Føroya greiðir um samstarv millum landbúnað og ferðavinnu, upplivingar og matur vm.

Fýra ymiskir bóndir koma at kunna um sítt verandi virksemi, um seyðahald, røkt, slátur vm. og um hvussu teir síggja framtíðarmøguleikarnir innan hesa vinnu.

Ráðstevnan endar við einum pallborðsfundi, har møguleiki er hjá luttakaraum at seta spurningar og annars verða við til at menna eitt konstruktivt kjak um framtíðar landbúnað í Føroyum.

Nærri kunning og tilmelding fer fram umvegis heimasíðu okkara:

http://www.gamlaseglhusid.fo/landbuacutenaetharstevna.html