Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Til ber at lána eina el-súkklu frá Tórshavnar kommunu allar dagar, tá Býarbókasavnið er opið, tað er mánadag-hósdag kl. 9-21, fríggjadag kl. 9-18, leygardag kl. 10-16 og sunnudag kl. 14-17 (tó ikki áðrenn kl. kl. 10 um morgunin).

 Súkklurnar verða ikki læntar út um Ólavsøkuna, frá hósdegnum 28. juli til og við sunnudagin 21. juli, tá skúrurin verður brúktur til onnur endamál.

 Skúrurin stendur í gongugøtuni við súkklunum í, og har ber til at læna eina súkklu við at fara inn á Býarbókasavnið og skráseta seg. Tað er ókeypis at lána súkklurnar, sum skulu latast innaftur sama dag, áðrenn Býarbókasavnið letur aftur.

 Aldursmarkið er sett til 15 ár, tó kunnu stór børn læna eina súkklu saman við foreldrum ella øðrum vaksnum fólki.