Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Laksaútflutningurin úr Chile raktur av tiltøkum

Laksaútflutningurin úr Chile er raktur av ferðsluforðingum, sum fiskimenn í Chile hava sett í verk. 

Fiskimenninir hava m.a. blokerað ferðsluna til og frá oynni Chiloe, har tveir triðingar av virkingarkapasitetinum fyri laksi eru staðsettir. Hetta merkir, at laksaframleiðararnir ikki fáa sent sínar vørur á útlendsku marknaðirnar í m.a. USA og Brasil.

Fiskimenninir eru ónøgdir við tað tilboðið um stuðul, sum Chilenska stjórnin hevur boðið teimum í kjalarvørrinum av trupulleikunum við reyðalguni, sum hevur forðað fiskiskapinum í hesum partinum av landinum. Trupulleikarnir við reyðalgunum verða hildnir at stava frá veðurfyribrigdinum El nino, sum hevur hækkað sjóvarhitan í hesum partinum av kyrrahavinum.

Støðan á laksamarknaðinum er frammanundan trupul við tað, at tað er torført hjá framleiðarunum at nøkta eftirspurningin eftir laksi.

Kelda: ilaks.no og Undercurrent News