Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Laksaprísurin methøgur

Laksaprísurin hevur sjáldan verið so góður hesa ársins tíð, og dagsins prísstøði miðskeiðis í oktober er tað hægsta síðan 1992, sigur Kolbjørn Giskeødegaard, greinari hjá Nordea.

Laksaprísurin hevur sjáldan verið so góður hesa ársins tíð, og dagsins prísstøði miðskeiðis í oktober er tað hægsta síðan 1992, sigur Kolbjørn Giskeødegaard, greinari hjá Nordea.

- Spotprísurin á laksi heldur seg framhaldandi á einum sera høgum støði – millum 37 og 39 norskar krónur fyri kilo. Dagsins prísur miðskeiðis í oktober er tann hægsti síðan 1992, tá alivinnan bert var ein viðfáningur av tí, sum hon er í dag. Hóast hetta hava vit methøgar prísir, skrivar Kolbjørn Giskeødegaard frá Nordea Markets sambært Kyst.no.

Hann heldur, at núverandi prísstøði er framúr gott hjá alarum men ræðandi hjá keyparum. Giskeødegaard vísir samstundis á, at framtíðarprísirnir á FishPoolfyri 2014 liggja á 38 NOK/kg – 40 NOK í fyrra hálvári og 36 NOK seinna hálvár.

Eisini greinarin hjá First Securities, Henning Steffenrud, væntar høgar prísir í 2014.

- Útboðið hevur verið lægri í ár enn í fjør, og tað gevur hægri prísir.

Higartil í ár hevur prsíurin verið slakar 39 krónur fyri kilo, og tað er torført at síggja, hvaðani hægri útboð skal koma, sigur Henning Steffenrud við Kyst.no. Hann vísir harumframt á, at framleiðsluvøksturin, sum hevur verið seinastu árini, ikki er nóg mikið til at nøkta vøksturin í eftirspurninginum, og tá hækka prísirnir.

Steffenrud ger samstundis greitt, at tað er ein ávís óvissa í marknaðinum, tá ið prísurin økist, men dagsins støða vísir, at marknaðurin tolir hetta prísstøðið. Tí kunnu vit eisini vænta høgar prísir í 2014, sigur Steffenrud.