Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lágar byrjanarlønir ávirka ikki lønarlagið seinni í lívinum

Europeisk lond hava í hesum tíðum trupulleikar við høgum ungdómsarbeiðsloysi og dúgliga verður kjakast um, hvussu hesin trupulleiki skal loysast.

Kelda: www.svensktnaringsliv.se

Eitt av uppskotunum er ein lægri byrjanarløn fyri at gera tað lættari hjá teimum ungu at koma inn á arbeiðsmarknaðin. Ivamálið í mun til hetta uppskotið hevur verið, at hetta kann fasthalda tey ungu í einum lægri lønarlagi seinni í lívinum, í mun til lønargongdina, tá tey byrja í einum hægri lønarlagi, men kanningar vísa nú, at hesin ivin er ógrundaður.

Svenska arbeiðsgevarafelagið hevur kannað lønarhagtølini hjá ungum, m.a. fyri at vita um ein lág byrjanarløn ávirkar lønarlagið seinni í lívinum. Hesar kanningar av lønargongdini hjá ungum í aldurbólkinum 15-24 ár vísa, at ein lág byrjanarløn ikki er ein trupulleiki fyri lønargongdina hjá teimum ungu framyvir. Um hugt verður eftir teimum 10 % við tí lægstu byrjanarlønini, eru tað bert ein triðingur av hesum, sum eftir einum ári framvegis hava lægstu lønirnar. Eftir 5 árum eru tað bert 11 %, sum framvegis eru millum tey lægstløntu.

Kanningin hjá svenska arbeiðsgevarafelagnum vísir, at tey ungu í miðal hava ein nógv skjótari vøkstur í lønini enn aðrir aldursbólkar, og at ein lægri byrjanarløn tí ikki merkir, at tey ungu framvegis eru millum tey lágløntu seinni í lívinum.

Kelda. www.industry.fo