Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lætta um hjá íverksetarum

Fyri at lætta enn meira um hjá íverksetarum og íverksetarafeløgum í Føroyum, hava landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í vinnumálum, ið vara av TAKS og Skráseting Føroya, gjørt av at frítaka íverksetarafeløg frá kravinum um at lata TAKS og Skráseting Føroya roknskaparupplýsingar í talgilda XBRL-sniði.

Í desember 2013 samtykti Løgtingið broytingar í skattalógini og ársroknskaparlógini, ið høvdu til endamáls, at áseta, at samskifti millum virkir og tað almenna skuldi verða talgilt. Í viðmerkingunum varð sagt, at samskiftast skuldi í XBRL-sniði. 

Kravið um nýggja talgilda sniðið er liður í at gera samskifti millum feløg og TAKS og Skráseting Føroya meira framkomið og talgilt. Feløg fáa eisini frameftir bert eitt stað hjá tí almenna at senda teirra roknskaparupplýsingar til. Summi grannalond okkara hava sett líknandi krøv í verk og onnur arbeiða við at gera tað. Hetta fer eitt nú tryggja betri góðsku, minni inntøppingararbeiði, betri hagtalsgrundarlag og minka umsitingina yvir tíð. Í fyrsta umfari krevur hetta tó, at feløg skulu gera umleggingar av tí mátanum, ið roknskapir verða innlatnir.

Hetta krav sleppa íverksetarar við íverksetarafeløgum undan, nú landsstýrisfólkini hava broytt tvær kunngerðir á teirra øki.

Broyting í kunngerð um at lata ársfrágreiðing til Skráseting Føroya - um undantak fyri íverksetarafeløg at lata ársfrásøgn í XBRL-sniði: http://logir.fo/Kunngerd/135-fra-27-09-2017-um-broyting-i-bekendtgorelse-for-Faeroerne-om-indsendelse-og-offentliggorelse-af

Broyting í kunngerð um Talgildan roknskap - um undantøku fyri íverksetarafeløg um at lata upplýsingarnar í XBRL-sniði: http://logir.fo/Kunngerd/136-fra-27-09-2017-um-broyting-i-kunngerd-um-talgildan-roknskap