Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Læran um námsfrøði manglar í fólkaskúlanum

Til tykkum allar fólkavaldu. Eitt orðatak ljóðar ” Hvad mange af os mest af alt behøver, er nogen, som får os til at gøre det, vi kan” og í hesum sambandi er hetta ein bøn frá skúlabørnunum og serliga teimum útsettu børnunum um at, tey fáa tann nøktandi stuðulin í teirra gerandisdegi í skúlanum.

Ein spurningur, sum eg haldi er relevantur at seta, er um ikki vit eisini skulu hugsa námsfrøðina inn í okkara skúlaskipan sum verðandi eitt obligatoriskt skúlafak og gevast við at undirmeta námsfrøði, tí sum nú er verður lærararin uppfataður, sum ein fakligur generalistur, tí arbeidisøkið hjá teimum er alt ov umfatandi og røkkir langt inn á arbeiðisøkið hjá námsfrøðingunum.

Okkara fólkaskúli hevur ikki veri mentur til at endurskapa ella modernisera sítt image ella broyta tann organisatoriska læristrukturin, sum í dag framhevur eina mynd av einum konservativum stagneraðum depli, sum útatil definerar sína rollu, sum verðandi ein demokratisk institutión, sum er forkempari og fortalari, fyri teimum demokratisku óskrivaðu og skrivaðu reglunum, processunum og virðir rættindi og frælsi hjá tí einstaka barninum, til at fáa møguleikan fyri til at persónliga mennast, trívast og læra at samarbeiða við onnur og stimbra teirra, fysiska, sosiala og fakliga kunnleika og økja um hugin til at lesa og verða undrandi eftur meiri vitan.

At skoða inneftur er tað heilt eyðsæð, at tað manglar í skúlanum eitt skúlafak sum skal kallast fyri námsfrøði, sum umboðar ein stóran part av ovurnevndu virðum og sum styrkir relatiónsarbeiði á ymiskar háttir í samspæli ímillum børn-børn og børn -vaksin við at arbeiða saman og viðurkenna hvønn annan, út frá teirra førleikum og tí støðu, tey eru í, hvør sær og geva børnunum og lærarum, møguleika fyri at fáa nøkur reiðskap, sum tey læra at nýta í samarbeiði, við at loysa konfliktir og onnur reiðskap fyri at styrkja teirra sjálvsfatan.

Tátíðin og integratiónshugsanin.

Tað er eingin ivi um, at fyri 2.generatiónum síðani og fram til í dag hevur arbeiðisfunktiónin hjá læraranum í fólkaskúlanum broytt seg so markant, at institutiónin í so máta burdi fingið navnabroyting. Tann táverandi totali autoriteturin, sum stóð og lærdi frá sær og sum hevði , sagt á ein avbjóðandi máta patent upp á sannleikan og tískil tey faktuellu svarini uppá spurningarnar frá børnunum og tí nágreinligu reglugerðina uppá, hvussu næmingarnir skuldu uppføra seg og hvørjir mundtligir og skrivligir normar, næmingarnir skuldi virka eftir í skúlanum er í dag blivin degraderaður til eina demokratiska institutionaliseraða upplýsnings funktión við einum ógvuliga illa gjøgnumskoðaum og kompleksum autoriteti sæð, definera og uppfata frá barnsins hugaheimi.

Tann gamli struktururin í skúlaskipanuni, sum bygdi uppá eina integratións hugsan, har tann grundleggjandi tankin var ,at barnið skuldi innrætta seg eftur teimum normum og reglugerðum, riggaði oftast eftur teimum ásettu intentiónum, bæði tí at skúlalærarin hevði eina definitiónsmagt, sum bygdu uppá tað vertikalu hugsanina og kommunikationsmynstrið og tann ultimativa rættin til at sanktiónera , ein næming fyri eina gerð, sum lærarin hevði uppfatan av, verða órógvandi fyri undirvísningina.

Í gomlum døgum nýtti lærarin ofta sítt privilegium, at sanktiónera ein næming, sum hevði atferðs-trupuleikar í sosiala rúminum og sanktiónin var oftast at verða settur í skammilkrók ella tveittur á dyr. Haraftur ímóti blivu børn við kognitivum indlærings-trupuleikum ikki sanktioneraði, tí tey ikki órógvaði tað sum eyðkendi málsetningin og tí grundleggjandi intentiónina hjá læraranum, sum var at greiða frá og útdeligera vitan innan eitt ávíst málsøki, sum teir jú høvdu lisið um og arbeitt við í teirra lestrarørindum og høvdi ein ser-vitan um.

Tað eru sjálvsagt eisini nógvir ólempar forbundnir við ein slíka strukturella læriprocess. Sum lærari fart tú ikki og hevur ikki tørv á einari nøktandi relatión við tað einkulta barnið, tí dagurin er skematiseraður og úrslitið av frálæruni hjá læraranum verður tað ikki sett spurnartekin við og ei heldur verður præstatiónin ella frálæru-metodan hjá læraranum tikin upp til evaluering og møguliga revurdera, tí um børnini ikki hava megnað at fingið nøktandi innlit í eitt málsøki, eru tað børnini, sum hava innlærings-trupuleikar ella manglandi vilja ella disciplin til at fáa hóskandi vitan um eitt ávíst evni. Tá lærarin hevur eitt starv við so høgum autoriteti,har allar demokratiskar læriprocessir og demokratiskur hugsunarháttir er eitt absrakt fænomen, tá kennur lærarin heldur ikki í sínum arbeiði til hugtøk sum

- sjálvs-reflektering, altso at reflektera yvir egna praksis og vurdera um, frálæru-metodan skal justerast ella kanska heilt broytast, so viljin og dirvið er fyri at skapa eitt dynamiskt umhvørvið, sum raðfestir nýskapan og nýhugsan, sum verðandi tær berandi málsetningarnir í visiónini um, at tað skal verða pláss fyri øllum børnum í fólkaskúlanum.

- At verða sjálv-kritiskur og hugsa í alternativum mátum at agera og ræsonera uppá og læra frá sær er ikki hugsunarvert.

Sjálvt um børnini blivu regel-ryttarir og fingu implementera eina disciplinæraða atferð, sum kundu fyri ein part av børnunum gerast til ein fyrimun fyri tey undir víðari lesnaða ella undir øðrum avbjóðingum seinni eftur loknað skúlatíð, so var tó felags fyri øll børnini ,at tey í minni ella størri mun fingu innlært eina atferð, sum kundi synkroniserast við ein tillærdan hjálparleysan atburð.

Hetta tillærda hjálparsloysið, sum forðar teimum í at hugsa og handla sjálvstøðugt, men hinvegin altíð agerar sum ein mental barriera, sum ein áminning inni í tær sjálvum um, at tú allarhelst ikki ert førur fyri at taka ímóti einari spontari ella einari fyrireikarandi avbjóðing, tí tú ert ikki vanur við at hugsa sjálvstøðugt ella at hava eina sjálvstøðuga støðutakan, til eitt ávíst evni ella ein ávísan problematik,sum skal praktiserast. Fyri so vítt gjørligt at royna at lýsa arbeiðis funkitónina hjá lærarum í gomlum døgum sæð út frá einum objektivum perspektivi ,so var definitónin um ikki einføld, so sera skiljandi fyri bæði foreldur og børn og var ikki misvísandi, sum kundi geva íblástur til kjak, sum kundi tulkast á ymsar háttir.

Nútíðin og inklusiónshugsanin.

Lærarin hevur við tíðini fingið tilutað eina ørðvísi arbeiðis funktión, har læriprocessir frá at verða altdominerandi eru blivnar samansjóðaðar við tillæring og praktisering av sosialum processum og hetta hevur havt ymsar avleiðingar við sær, so sum nær og í hvørjum samanhangi skulu raðfestingarnar verða, fyrst læring og harnæst trivnadur og nær skulu tær umjusterast og hvussu við teimum børnunum, sum hava tørvi á og fáa størri ágóðan av individuellari læring og teimum børnunum, sum aldrin siga nakað og hvussu, við teimum útsettu børnunum, sum ikki sita still, men órógva undirvísingina.

Í dag hava viðurskiftini og tann nýggji mátin at skoða um, hvat skapar karmar og rum um tí best egnaðu læriprocessina, ført við sær, at lærarin skal arbeiða við og taka útgangsstøði út frá einum inkluderaðum hugsunarhátti og idealið aftanfyri hesa hugsjónina hevur eingin vælsagtans nakað ímóti, sum byggir uppá heilt grundleggjandi, at tað er institutiónin / tað sosiala rúmið / skúlin, sum skal innrætta tær fysisku, funktionellu og sosialu rammurnar alt eftur, tí førleika og tí atferð, tað einkulta barnið hevur og praktiserar og harvið, verður aldrin talan um at ekskludera eitt barn út úr felagskapinum, hóast órógvandi atburð ella manglandi vilja til at læra um eitt ávíst málsøki, men ístaðin fyri at nýta sanktións-møguleikan, er málið at arbeiða eftur at finna tí reelu orsøkina til trupuleikan hjá barninum og venda henda problematikkin, til eitt positivt element, har umhvørvið tilskipar rammurnar,eftur at barnið kann útvikla, menna seg og læra at fungera bæði individuelt, í einum sosialum konteksti og búnast rent fagligt.

Mann kann uttan at verða hvassorðadur ella destruktivt ágangandi sagtans, koma til tað niðurstøðu, at definitónin uppá eitt lærarastarv, við útgangsstøði tikið í teirra dagliga arbeiði er, at teir/tey skulu í líka stóran máta, stremba eftur at skapa eitt rúm, sum avspeglar tær sosialu normar og reglur, sum geva tryggleika og trivnaða til børnini og sum skapar fyritreytirnar fyri læriprocessini og ikki umvent, har lærarin raðfestir frálæruna, sum verandi tann indiskutabelt týdningarmiklasti faktorurin í arbeiðnum og tað sosiala rúmið, má tillaga seg frálæruna og skipa viðurskiftini fyri tað einkulta barnið útfrá galdandi fyritreytum og møguleikum.

Spurningar, sum krevja svar frá vælfungerandi børnum og útsettum børnum kunnu sagtans verða um :

- Hvat er tann grundleggjandi munurin á einum lærara og tað er galdandi fyri allar lærarar í mun til arbeiðis funktiónina hjá einum námsfrøðingi. Er barnið møguliga í villarreiði, tí svarini, grundgevingarnar og framgangsmátin hjá einum lærara uppá sama spurning sum til ein námsfrøðing er annarleiðis og samansettur við øðrum fakligum orðum og setningskontruktiónum og gevur eina aðra meining.

- Hvat kann eg sum barn spyrja ella tosa við læraran um, uttan at lærarin skal dokumentera tað og harvið ikki gera samrøðuna, til eina møguliga uppbyggjandi relatión til nakað serligt ímillum barnið og læraran, sum uppá sigt kann fremja ávísa førleikamenning hjá/fyri barnið í relatiónini við onnur børn.

- Veit barnið, nær lærarin veruliga sigur frá nøkrum, sum hann / hon veruliga stendur inni fyri og at frágreiðingin og sjónarmiði ikki bara er tikið úr einum politisk korrektum konteksi, so at lærarin hevur gardera seg og sagt tað rætta, uttan at skula koma í forklárings-trupuleikar.

Tankin er góður, men spurningurin, sum reisur seg, er um lærarin er útbúgvin til at átaka sær eina so stóra uppgávu, tí her er talan um at arbeiða við læring í einum so fjølbroyttum konteksi og við so ymiskum psykologiskum / pædagogiskum perspektivum, at man kan tosa um at útvikla og menna tað heila barnið/menniskja og fyri at frálæran ikki skal gerast til eina generella tilgongd innanfyri tey ymisku økini og sostatt bara hálvavegna fáa børnini ,at gerast drigin av frálæruni og bara partvíst fáa tilært sær ein nøktandi vitan, so krevur tað hinvegin, at fastsettir tímar verða tilskrivaðir einum námsfrøðingi í tað skúla skema, børnini virka eftur, sum innihalda eitt góðkent kvalitativt fakligt støði av frálæru, har ymiskir trupuleikar,hjá barninum, sum standa seg upp í einum persónligum ella sosialum konteksi verða tematiseraðir, viðgjørdir ,framlagdir og til síðst fáa eina nøktandi evaluering.

Nútíðin og rúmligheitshugsanin.

Tað er sjálvsagt ein avbjóðing, tá tað verður í fjølmiðlunum gjørt vart við, at nógv útsett børn, skulu byrja í fyrsta flokki, men eisini og tíbetur ljóðar tað sum eitt neyðarróp og tað merkir so, at vit ynska at finna og arbeiða eftur at finna eina loysn, uppá, hvat fyri ein læri-strukturur er best egnaður, so tey útsettu børnini eisini verða ment í barnaárunum í skúlanum fakligt , styrka teirra sosialu førleikar og fáa viðlíka hildið og styrkt teirra sjálvsálit og sjálvsvirði.

Talan er her um børn við alskins trupuleikum og sum hava tørv á einari individuellari handliplan, har útgangsstøði ikki nýtist at verða, traditionell læring við einum lærara sum boðberi við relevantum upplýsningum, men har barnið eisini í størri mun kemur í centrum og far tilutað ansvar og útdeligera uppgávur, har tey so arbeiða einsamøll ella í bólkum og hareftir fáá møguleika til at præsentera tað tilfarid, sum tey hava fingið framleidd í skula-tímunum. Tað at hyggja burtur frá málsetningum og avriks-tølum gevur ofta børnum eina heilt øðrvísi mentala hvíld og skapar eisini ein trygleika og í longdini eitt álits-forhold ímillum tann sum lærir frá sær og tað einstaka barnið.

Hetta er ikki ein nýggj avbjóðing, men afturvendandi, tí børn ,sum hava fingið staðfest tildømis : -ADHD.

-Børn, sum hava Auspberger autisme.

-Børn, sum eru orðblind.

-Børn,sum eru uppvaksin við manglandi umsorgan, vegna mistnytslu í familjuni kombinera við harðskapi.

-Børn, sum eru blivin útsett fyri kynsligum ágangi.

-Børn, sum hava upplivað og eri blivin miðpunktið í einum dramatiskum hjúnarskilnaða -umboða allar aldursbólkar og tey fáa ikki tann nøktandi stuðulin og tí uppmerksomheit, tey hava brúk fyri, at fáa í einum skúlaflokki, har lærarin sjálvandi eisini skal fokus uppá trivnaðin og vitanin, sum hini børnini fáa ágóðan av og taka til sín.

Uttan at verða dømandi ella generaliserandi, loyvi eg mær hóast alt at konstatera, at ein stórur partur av lærarum, velja at nýta høvið, at praktisera rúmligheits hugsjónina, ið strembar eftur at fáa tey fáu børnini, sum eru annarleiðis, til at gerast ein partur av majoritetinum og tí normal definitiónini, sum er tilskrivað og skal efturlíkast í tí sosiala rúminum. Tað er í útgangsstøði , einki galið við hesari hugsjónini og hugsunarháttinum, so leingi tey útsettu børnini ikki gerast ella føla seg stigmatiseraði og minni vird enn tey vælfungerandi børnini.

Uppgávan hjá námsfrøðingunum Er at skapa eina relatión til tað einkulta barnið, við at gera læring til eitt upplivilsi og mennandi fyri tað unga og eldra barnið.

Námsfrøðingurin arbeiðir við grundleggjandi reiðskapum í barnagarðinum, sum teir framhaldandi skulu arbeiða við í fólkaskúlanum so sum :

Meta-kommunikatión.

Meta-kognitión.

Mátar ,at samskifta uppá í ymiskum sosialum kontekstum.

Atferð og atburður í tí sosiala rúminum.

Læring og fokus.

Aktør-perspektivið.

Happing og stigmatisering og mong onnur viðkomandi evnir.

Skuldi so verið, at nakrir lærarir eru mótstøðufólk ímóti einari slíkari umskipan, tí at námsfrøðingurin á hendan hátt framstendur sum ein hóttan, ein persónur, sum traðkar inn á lærarans arbeiðisøkið, teirra territorium, so er bara at siga til tykkum, at tit mugu, gevast við at berjast við tykkara fakligu undirlutakenslur og ístaðin síggja, tann stóra fyrmunin við einari slíkari loysn – til frama fyri børnini.

Skuldi onkrir námsfrøðingar kanska ilskast inn á eina slíka umskipan, tí í so fall, var øll námsfrøðiliga útbúgvingin hótt, tí øll skúlabørn, aftaná 10ár í fólkaskúlanum, sostatt blíva hálvir ella mest sum heilir námsfrøðingar, so er hetta kanska eitt tekin, um at útbúgvingin hevur lítið og einki virdi, men tann tankan deili eg so ikki, men eg trúgvi uppá, at útbúgvingin hevur stóra fakliga góðsku.

Tað er so harðiliga tørvur á námsfrøðingum í fólkaskúlanum og bæði lærarir, foreldur og tann minsta røddin, sum ikki er so efturkomandi ella sum eingin inntil víðari hevur lurta nóg væl eftur, nevnliga barnsins rødd, serliga hjá teimum útsettu, vilja óivað fáa stóran ágóða av, um hetta gerst veruleiki, so skjótast sum gjørligt, til komandi skúlaár.

Karl Jóhan Staksberg.

E-amil addr : runesean66@hotmail.com