Lær at gera film á Staðnum
Í komandi viku fáa ungir vestmenningar møguleika at royna seg innan filmsgerð.
Klippfisk skipar fyri intensivum skeiði í filmsgerð á Staðnum í Vestmanna mánadagin 7. november til fríggjadagin 11. november.
Skeiðið verður frá klokkan 15 til klokkan 19 hvønn dag.
Skeiðið er ætlað næmingum í framhaldsdeildini, og tað er ókeypis at luttaka.
Undirvísarar eru Eir í Ólavsstovu og Sakaris Stóra.
Melda til hjá Paula Magnussen á Staðnum, telefon 770 160 og t-post paulim@vestmanna.fo, ella á Facebook-síðuni hjá Staðnum.
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum grundleggjandi lærdóm í filmsgerð, frá tí at søgan skapast inni í høvdinum, til hon kann vísast á løriftinum. Sum luttakandi fært tú bæði teoretiska og praktiska undirvísing í filmsgerð.
Skráin fyri skeiðið verður hendan:
Mánadagin 7. november klokkan 15 til 19: Undirvísing – út at filma smáar filmuppgávur
Týsdagin 8. november klokkan 15 til 19: At finna søguna og framleiðslufyrireiking
Mikudagin 9. november klokkan 15 til 19: Fyrireiking** Hósdagin 10. november klokkan 15 til 19: Upptøkur
Fríggjadagin 11. november klokkan 15 til 19: Gera filmarnar lidnar – klipping og eftirviðgerð
Fríggjakvøldið 11. november klokkan 20: Almenn sýning av úrslitinum
Vónandi verða nógv ung í Vestmanna, sum velja at taka av hesum frálíka høvinum at fáa innlit í filmsgerð.