Læknar fingið grein um CTD í altjóða tíðarrit
Fyrsta greinin, ið snýr seg burturav um CTD í Føroyum, er nú vorðin almannakunngjørd í altjóða viðurkenda vísindaliga tíðarritinum ”Journal of inherited metabolic disease”.
Greinin hevur heitið: ”Primary carnitine deficiency and pivalic acid exposure causing encephalopathy and fatal cardiac events”. Hon kann takast niður her http://www.springerlink.com/content/nn25246tur58nj67/?MUD=MP
Tað eru Jan Rasmussen, lækni og ph.d. lesandi á Medisinska Deplinum, og Høgni Djurhuus, yvirlækni á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, ið, saman við starvsfeløgum í Keypmannahavn, hava skrivað greinina. Greinin snýr seg um sambandið millum serligt slag av antibiotika, ið inniheldur pivalinsýru, og álvarsom árin hjá sjúklingum við CTD.
-Vit kunnu ávísa fleiri tilburðir, har neyvt samband er millum inntøku av antibiotika við pivalinsýru og álvarslig sjúkueyðkenni hjá sjúklingum við CTD, sigur Jan Rasmussen, ið er fyrstihøvundur at greinini.
Í greinini verður greitt frá seks tilburðum har fólk fingu antibiotika við pivalinsýru fyri bruna og síðani gjørdust álvarsliga sjúk. At tað var sambandið millum inntøku av pivalinsýru og CTD, ið gjørdi tey sjúk, gjørdist ikki greitt fyrr enn fleiri ár seinni, tá staðfest varð, at tey høvdu CTD. Nú kann antibiotika við pivalinsýru bert nýtast við serligum loyvi í Føroyum.
-Tað er sera týðningarmikið at fáa vitanina út í heim, ið vit hava um CTD í Føroyum. Áhugin er stórur fyri serligu føroysku viðurskiftunum, og vísindafólk kring heimin við áhuga fyri CTD bíða bara eftir at frætta meira frá okkum, sigur Jan Rasmussen.
Hendan greinin er ætlað at vera tann fyrsta í eini røð av greinum frá granskingarumhvørvinum á Landssjúkrahúsinum til altjóða tíðarrit um CTD og aðrar líknandi ílegusjúkur í Føroyum.