Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Læknafelagið rópar varskó

Læknafelagið viðgjørdi støðuna í heilsuverkinum á limafundi 17. og 18. apríl og kom til hesar niðurstøður: Um føroyska heilsuverkið skal vera á sama støði sum heilsuverk í okkara grannalondum, vísa hagtøl, at vit skulu hava áleið 50 serlæknar / kommunulæknar aftrat teimum, vit hava í dag, og útreiðslurnar til heilsuverkið skulu hækka munandi. Í løtuni nýta vit færri krónur fyri hvønn íbúgva enn hini Norðurlondini og bert 2/3 av tí, sum danir nýta fyri hvønn íbúgva.

Læknafrøðin í Føroyum nú og komandi

Læknafrøðiligi kunnleikin og førleikin mennist skjótt í hesum árum. Tað merkir, at sjúkur, sum áður ikki kundu grøðast, nú kunnu grøðast, og at sjúkur, sum ikki kundu tálmast og/ella linnast, nú kunnu tað. Hetta hevur við sær minkandi líðing og størri vinnuførleika hjá fólki.

Tað tykist tíðum, sum at fólk í dag ikki geva sær far um, hvussu nógv meira líðing av heilsuávum var í gomlum døgum. Vanlukkur hava nú við sær nógv minni deyða og avlamni í mun til fyri 100 árum síðan. Náttúrulig fyribrigdi so sum barnsburður høvdu fyri hundrað árum síðan ofta deyða við sær. Deyði í barsilssong vóru sorgarleikir hjá ungum familjum, sum læknafrøðin at siga hevur bast heilt. Vanlig sár kundu áður lættliga spjaða seg til alt likamið og tína lív. Sjúkur sum tuberklar kundu ikki grøðast. Í dag hava vit lært at tálma sjálvt nýggjum ígerðarsjúkum so sum eyðkvæmi (AIDS). Krabbi kundi skurðviðgerðast, men ikki víðariviðgerðast við heilivági og stráling.

Seinastu árini er væntaða miðallivitíðin vaksin stórliga í Føroyum. Væntaða æviskeiðið hjá einum nýføddum føroyingi í 1985/86 var 75,3 ár í miðal – 71,9 fyri menn og 78,8 fyri kvinnur. Hetta er í 2012/13 vaksið til 81,5 ár í miðal – 79,3 fyri menn og 83,4 fyri kvinnur. Ein partur av grundunum til hetta náttúrufyribrigdi er vaksandi læknafrøðiligi førleikin at finna sjúkur tíðliga, greina tær og viðgera tær.

Framtíðarútlit:

Fleiri sjúkur og sjúkuundirbólkar.

Heilsustøður, sum áður ikki vóru roknaðar sum sjúkur, men kanska bert sum óforklárað vánalig starvan av einum ella fleiri organum, fara at fáa sjúkuheiti í skránni hjá WHO í framtíðini. Og tað fer at bera til at viðgera summar av hesum

nýggju sjúkum og vánaligu starvanum. Eisini er væntandi at kendar sjúkur fara at vera sundurgreinaðar í undirbólkar, sum fara krevja ymiskar viðgerðir.

Dýrari heilivágur.

Heilvágsgranskingin er lukkutíð stór og virkin í øllum framkomna heiminum. Eitt menningararbeiði av nýggjum heilivági fer fram á øllum stigum – heilt frá lívfrøðiligari grundgransking til kliniskar royndir. Virksemið fer fram á universitetum, í heilsuverkum og ikki minst í privatum heilivágsfyritøkum. Tað er eitt sera drúgt og kostnaðarmikið arbeiði at framleiða ein nýggjan heilivág, kostar vanliga fleiri milliardir krónur. Ein partur av tí nýggja heilivágnum vísir seg minni virknan enn vónað og gevur tí minni avkast. Annar vísir seg virknan – t.d. tann nýggi biologiski heilivágurin fyri inflamatoriskar sjúkur, so sum liðagikt. Tá ein heilivágur vísir seg at virka væl, gevur bæði linna og kanska grøðing og samstundis er patentvardur í eitt ávíst áramál, ja so verður hann dýrur at keypa. Tað er ógvuliga sannlíkt at í nærmastu framtíð fara tað at koma aðrir heilivágir, sum eru virknari enn teir, vit áður hava kent, men eisini ógvuliga dýrir. Prísurin verður settur eftir, hvat marknaðurin megnar – og vit eru so ein partur av hesum altjóða marknaði. Tann heilivágurin sum ikki longur er patentvardur fer væntandi at gerast bíligari. Men samumtikið er tað okkara forsøgn at útreiðslurnar til heilivág fer at vaksa og ikki minka komandi árini.

Dýrari kanningar- og viðgerðartól.

Krøvini til nýggj og kostnaðarmikil kanningartól fara eisini at vaksa støðugt. Tólini fara væntandi at hava styttri livitíð, tí nýggj og betur koma á marknaðin, og tað fer at gera tey gomlu óforsvarlig at brúka. Ein avleiðing av stuttu livitíðini hjá kanningar- og viðgerðartólum verður væntandi, at tey gerast dýrari. Hetta tí framleiðarin skal fáa sínar útreiðslur til menning av tólunum aftur – júst sum støðan er innan nýggjan virknan heilivág. Væntandi fer talið av nýggjum tólum til diagnostik og viðgerð at vaksa skjótt komandi árini. Innan diagnostik fer væntandi genomið (arvastrongurin) at vera við í dagligum kliniskum arbeiði og í viðgerðini við. Tann kliniska kemiin verður væntandi stórliga broytt, ikki bara við automatisering av kanningarháttum, men eisini við nógv fleiri greiningum av metaboliskum ávegisreaktiónum. Tað er væntandi at ein biokemisk heildargreining verður vanligur kliniskur praksis - við hollum teldustuðli. Eisini kliniska fysiologiin fer at vinda uppá seg við ymsum funktiónskanningum av ymsum organum. Viðgerðartól fara væntandi at vera meira og meira teldustýrd – her verður eisini hugsað um skurðviðgerðarrobottar. Núverandi tólhópur á røntgendeildini fer at krevja skjóta útskifting og nýggir skannarar fara at koma afturat umframt núverandi – helst við at kombinera núverandi tøkni, sum er grundað á røntgenstrálir, magnetfelt, radioaktivitet, ljóð- og ljósbylgjur.

Avleiðingarnar av vaksandi læknafrøðiligum førleikum.

Væntandi verður viðgerðin meira og meira spesialiserað og savnað á stórum deplum við serførleika innan eitt ávíst og avmarkað umráði. Teir spesialiseraðu viðgerðardeplarnir fara at fáa sjúklingar, ikki bert úr heimlandinum, men eisini úr øðrum londum, sum eru ov smá at hava slíkar førleikar.

Hetta rákið móti spesialisering er ein størri trupulleiki hjá smáum samfeløgum enn stórum. Ein størri trupulleiki hjá smáum sjúkrahúsum enn hjá stórum. Og her skulu vit minnast til, at Føroyar við sínum hálvthundraðtúsund íbúgvum eru smáar sjálvt um, vit høvdu bert eitt sjúkrahús. Vit sleppa tí ikki undan einari støðutakan til, um vit skulu gerast ein tættari partur av onkrum útlendskum heilsuverki ella ganga okkara egnu leiðir. Tá vit taka hesa støðu, er tað neyðugt at hava púra greitt fyri okkum hvørji mið og mál viðvíkjandi heilsuverkinum í grundini eru – ikki bert hjá okkum sum læknar, men hjá Føroya fólki. Spyrja vit fólk, um tey vilja hava eitt heilsuverk, sum er á leið við tað í hinum stóru Norðurlondunum ella vit kunnu noyðast við eitt, sum hevur sama standard sum tey fjarskotnu búplássini í arktiska økinum, so er svarið helst greitt. Tey vilja hava sama heilsverkstænastur, sum tey í Reykjavík, Keypmannahavn, Oslo, Stockholm og Helsinki fáa. Bæði tær nágreiniligu diagnostisku útgreiningarnar og tær dýru viðgerðirnar. Her verður eisini hugsað um atgongd til skundviðgerðir – tað er diagnostik og viðgerð, sum skal fremjast innan fáar tímar frá sjúkubyrjan. Til dømis viðgerð av tøppum í æðralagnum í ymiskum gøgnum. Borgarin væntar, at ein tøppur í heilanum hjá einum, sum gongur á bygd í Føroyum og einum, sum gongur í Malmø, verður viðgjørdur líka skjótt og effektivt. Og um hetta ikki er okkara ambitión, so eigur tað at verða sagt hart og greitt av politiska valdinum - at vit hava valt eina vánaligari tænastu í Føroyum fyri at spara pengar á heilsuøkinum, tí vit heldur vilja brúka pengarnar til onnur endamál. Hetta kann vera eitt politiskt heilt vælgrundað væl, men so skal politiska valdið standa við valið og ikki lata sum um, at alt er, sum tað eigur. Hin vegin um politiska valdið sigur og meinar, at heilsutænastan skal vera eins góð her heimi hjá okkum sum aðrastaðni, so setur tað stór krøv til skjótan diagnostik í primera sektorinum, stór krøv til eina flutningstænastu, sum virkar uttan drál, eisini tá talan er um sjúklingar í útoyggj og umborð á skipum á føroyskum havøki og so sjálvandi eisini krøv til sjúkrahúsverkið. Og hetta kostar pengar.

Vit kunnu sum sagt velja at gerast partur av einum útlendskum sekunderum heilsuverki og so gjalda tann relativt lítla eyka flutningskostnað, sum hetta fer at hava við sær í flogferðaseðlum. Á henda hátt fáa vit beinleiðis atgongd til serdeildir á øllum økjum uttan seinkandi visiterandi innlegging her heima. Trupulleikin við hesi loysnini er tó, at vit hóast hetta mugu hava eina sjúkahústilbúgving til brákomnar sjúkur og skaðar. Og henda tilbúgving má vera á einum ávísum støði fyri at vera forsvarlig. Tað merkir diagnostikan

útbúna og akuttan viðgerðarførleika – veri tað seg kirurgiskan sum medisinskan. Við øðrum orðum er tað soleiðis, at sjálvt um vit velja at integrera okkum í eitt útlendskt stórt sjúkrahúsverk, so verða minimumskrøvini til akutførleikan á sjúkrahúsunum í Føroyum á leið tað sama, sum vit hava í dag. Einasti munur verður stórt sæð at konsulentskipanirnar, sum vit í dag fáa úr øðrum londum kunnu takast av, tí sjúklingarnir við sjúkum, sum konsulentarnir vanliga taka sær, verða tá sendir av landinum.

Hin vegurin er at menna okkara heilsuverk við teimum diagnostisku og viðgerðarligu førleikum, sum eitt nýmótans heilsuverk krevur. Skulu vit tað, er tørvur á nógvum serlæknum afturat. Til tess at samanbera serlæknatørvin í sjúkrahúsverkinum hjá okkum, kunnu vit samanbera við serlæknatalið í Danmark og dividera við 100, sum er áleið munurin á fólkatalinum. Tá fáa vit hesi ikki sørt skelkandi tøl:

• um vit samanbera okkum við serlæknamanningina í Danmark áttu 83 serlæknar at verið í Føroyum

• í dag eru 36 serlæknar í starvi

• 14 av teimum 36 serlæknunum fara skjótt frá fyri aldur, tí teir eru eldri enn seksti ár

• vit mangla sostatt í dag 47 størv, um serlæknatænastan skal vera á sama stigi, í Føroyum sum í Danmark.

Her skal so sigast, at í dag hava vit konsultentskipanir úr ymsum grannalondum, serliga Danmark og harumframt senda vit nógvar sjúklingar av landinum. Tað bøtur sjálvandi um serlæknatørvin, sum henda samanbering vísir. Konsulenttænastan við útlendskum konsulentum kostar okkum í dag árliga um 12 mill. krónur. Útreiðslurnar til sjúkraviðgerðir uttanlands eru út við 150 mill. krónur árliga. Um vit høvdu allar omanfyrinevndu serlæknarnar í starvi, so hevði hetta tal minkað munandi.

Harafturat kemur, at serlæknar í almennari medisin - kommunulæknar – heldur ikki eru so nógvir tali, sum teir eiga at vera. Í løtuni eru 30 størv normerað, men fleiri teirra (7 í løtuni) er bert sett við skiftandi vikarum. Skiftandi vikarar í kommunulæknapraksis gevur ikki borgaranum eins góða tænastu, sum tá kommunulæknin er fast settur. Í Danmark eru í dag uml. 1.500 sjúklingar fyri hvønn praktiserandi lækna, men teir hava ætlanir um at hækka talið av læknum í primera sektorinum munandi. Siga vit, at hvør lækni eigur at hava 1500 sjúklingar í part, svarar tað til á leið 33 kommunulæknar. Við øðrum orðum, okkum tørvar einar 10 kommunulæknar afturat í størv, sum eru so dragandi, at læknar fáa áhuga í at velja hesi størv til teirra lívsstarv.

Talið av hjálparlæknum er heldur ikki tað sama í Føroyum sum aðrastaðni. Hetta kemst av at summar sergreinir, so sum eygnalæknarnir, oyrnalæknarnir,

narkosulæknar og røntgenlæknar onga hjálparlæknar hava haft at hjálpa sær í dagliga arbeiðinum. Avleiðingin er so ein økt arbeiðsbyrða hjá serlæknunum.

Talið av serlæknum, íroknað kommunulæknarnar, okkum tørvar verður sostatt umleið 50 og afturat tí nakað fleiri hjálparlæknar enn í dag. Útreiðslurnar til øll hesi størvini eru áleið 50 mill. krónur árliga – sum í ein ávísan mun kann fíggjast av tí, sum vit í dag brúka til konsulentar og til viðgerð uttanlands.

Játtanin til heilsuverkið

Hyggja vit at landskassaroknskapinum sæst í tabellini niðanfyri, sum stavar frá Hagstovuni, at játtanin veksur ógvuliga spakuliga. Vit síggja ein vøkstur hesi 4 árini frá 2010 til 2013 uppá 7 % íalt

Almennar útreiðslur tilsamans – sambært Hagstovuna

(Hagstovan hevur ikki uppgerð yvir privatar útreiðslur (tannlækna, egingjald til Heilsutrygd) til heilsu).

                                                 2010              2011             2012           2013

HEILSUMÁL                                  1007,4           1047,9          1044,7          1082,8

Heilivágur, tól og útgerð                 67,1              71,4              81,9           101,6

Heilsutænastur uttan sjúkrahús     137,4              146,9            147,5            146,2

Sjúkrahústænastur                        755,4              781,5           771,6           791,1

Almennar heilsutænastur                11,2               11,3             10,1             10,6

Gransking og menning í heilsu           5,8                6,7               7,7               6,9

Heilsa i.a.n.                                     30,4               30                25,9              26,4

Um vit hin vegin samanbera okkum við hini Norðurlondini, soleiðis sum vit kunnu lesa tað í frágreiðingini frá NOMESCO 2014, so síggja vit, at vit liggja lágt í útreiðslum til heilsuverkið. Bæði hvat heilsuverkið kostar fyri hvønn íbúgva og sum partur av bruttotjóðarúrtøkuni. Vit loyva okkum at brúka hesi tøl frá NOMESCO, tí hetta eru tey tøl sum heilsumyndugleikarnir í ymsu londunum sjálvir hava uppgivið – og hvørt land sær, eisini Føroyar, er umboðað í arbeiðsbólkinum handan hesa frágreiðing.

Vit brúktu í 2012 bert kr. 21.560 fyri hvønn íbúgva, Danmark kr. 33.689 og Noreg kr. 49.628 (norskar krónur). Munurin á Danmark og Føroyum sambært hesi uppgerðini eru heilar kr. 12.129 fyri hvønn íbúgva, ella út við 600 mill. krónur fyri allar føroyingar.

Parturin av bruttotjóðarúrtøkuni er tann lægsti í øllum Norðurlondum og støðugt fallandi seinastu árini. Talið var í 2012 bert 7.7% av BTÚ, meðan Danmark brúkti heili 10,6 % av teirra BTÚ, Svøríki 9,1 % og Ísland 9,0.

Niðurstøður

Læknafelag Føroya heldur, at føroyska samfelagið eigur at gera sær greitt, hvat tað er fyri eitt heilsuverk, vit vilja hava. Um vit lata standa til sum nú, fara vit ikki at kunna siga, at vit hava eitt líka gott heilsuverk sum grannalondini. Vánalig læknatænasta fer ikki at kunna dyljast, men verður ein politiskur trupulleiki. Upplýsingar á internetinum og í miðlum fer at gera sjúklingar í Føroyum førar fyri at meta um læknatænastuna í Føroyum og samanbera tænasturnar í Føroyum við, hvussu tænastan er aðrastaðni.

Læknafrøðiligi kunnleikin og førleikin veksur skjótt í hesum árum, men spurningurin er um føroyingar vilja gjalda tað, sum tað kostar. Lága játtanin til heilsuverkið í Føroyum og minkandi parturin av bruttotjóðarúrtøkuni, sum hevur verið brúktur til heilsuverkið, er ein vandamikil gongd. Læknafelag Føroya fer tí at ávara í móti hesi gongdini. Læknatrotið í føroyska heilsuverkinum ger, at føroyingurin fær minni og minni ágóða av teimum frambrotum, sum læknavísindin ger úti í heimi.

Læknafelag Føroya fer tí at mæla til, at tað beinanvegin verða settar 50 mill. krónur av árliga til nýggj læknastørv – hetta skal vera tøkur peningur at gjalda við so hvørt skikkaðir umsøkjarar eru til tey umleið fimti størvini, sum okkum mangla. Hendan játtan skal ikki brúkast til onnur endamál – og tað óbrúktað fellir við árslok aftur í landskassan. Væntandi kunnu vit ikki finna skikkaðar

umsøkjarar til hesi størv beinan vegin, men tá ungfólk úti í heimi frætta, at tað er peningur tøkur til hesi størv, fara tey væntandi og vónandi at seta sær sum mál at koma heima aftur at virka, tá tey eru búgvin til eitt fast starv sum serlækni í føroyska heilsuverkinum – og tá eru tey flestu vanliga í aðru helvt av tríatiárunum. Fáa tey ikki hendan møguleikan í eygsjón skjótt eftir loknan lestur, so er vandi fyri, at vit – føroyska samfelagið – missa tey og at tey heldur ríka onnur samfeløg við teirra evnum og førleikum.

Vera øll hesi læknastørv sett við skikkaðum serfrøðingum, verður avleiðing sjálvandi eitt nógv størri virksemi í føroyska heilsuverkinum, tí tørvur verður á at økja talið av sjúkrarøktarfrøðingum, bioanalytikarum, skrivarum og fleiri øðrum starvsgreinum við.

Læknafelag Føroya heldur at hetta er rætti vegurin at ganga, um vit skulu tryggja føroyingum eitt tíðarhóskandi heilsuverk.

Vegna

Læknafelag Føroya

Pál Weihe, formaður