Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lækkingin í skattatrýstinum svarar til eitt prosent

Fíggjarætlan Tórshavnar býráð 2013:

Sum borgarstjórin vegna samgonguna áður hevur boðað frá, so lækkar skattatrýstið komandi skattaár við tí, sum svarar til umleið eitt skattaprosent. Hetta framgongur av teirri fíggjarætlan, sum verður løgd fyri býráðið í kvøld.

Býráðssamgongan í Tórshavnar býráð er samd um bæði at lækka skattaprosentið við hálvum prosenti og at hækka barnafrádráttin við 45%. Hetta svarar á leið til kostnaðin av einum skattaprosenti.

Men tað er lutfalsliga ein størri bati fyri barnafamiljurnar, at generelli skattalættin verður hálvt prosent í 2013, og at hitt hálva prosentið skal brúkast til at hækka barnafrádráttin úr 5.500 kr. upp í 8.000 kr.

Lækkingin av skattinum kemur øllum borgarum til góða, meðan hækkingin í barnafrádráttinum kemur teimum hart trongdu barnafamiljunum til góða.

Tað merkir, at kommunan bæði hjúklar um framtíðar skattgjaldararnar, meðan heitt verður á øll hini um at vísa felagskenslu, at stuðla barnafamiljunum og harvið menningini av býnum.

Hetta verður gjørt fyri at lætta um gerandisdagin hjá støkum uppihaldarum og barnafamiljum.

Aðrir borgarar verða ikki við sviðusoð, tá generelli skatturin eisini lækkar. Vónandi minkar hetta eisini fráflyting og stuðlar tilflyting, so fólkatalið aftur fer at vaksa.

Heðin Mortensen

Borgarstjóri