Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kynslig happing kann ikki góðtakst

Kynslig happing á arbeiðsplássum eigur ikki at koma fyri ella at verða góðtikið. Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir á liminar um at vera tilvitaðir um kynsliga happing á arbeiðsplássinum og at viðgera mál av slíkum slag í størsta álvara.

Seinastu tíðina hevur ljós verið varpað á kynsliga happing í samfelagnum. Kanning, sum Kringvarpið lat gera, gav ábending um, at støðan í Føroyum ikki er nógv øðrvísi enn í grannalondunum. Tí er neyðugt, at kynslig happing kemur á dagsskránna. 

Sambært Arbeiðseftirlitinum er meginreglan, at talan er um kynsliga atgerð, tá atgerðin er kynsligur ágangur, sum er óynskt av tí persóni, sum hon verður framd ímóti. 

Nógv arbeiðspláss hava eina álitisfólkaskipan ella eina trygdarskipan, og henda skipan eigur at verða brúkt í málum um kynsliga happing. Starvsfólk kunnu t.d. venda sær til álitisfólk ella leiðslan kann inddraga álitisfólk í slík mál. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at fyribyrging og avleiðing av kynsligari happing er ein partur av starvsfólkapolitikkinum hjá fyritøkuni. Til ber at hava innanhýsis mannagongdir ella vegleiðingar sum fyribyrgja slíkum hendingum og stuðla og hjálpa starvsfólkum, sum uppliva kynsliga happing. Hetta er eitt høvi hjá leiðslum og feløgum at eftirmeta innanhýsis leiðbeiningar og politikkir fyri at beina fyri kynsligum atgerðum á arbeiðsplássinum. 

Á heimasíðuni hjá Arbeiðseftirlitinum eru dømir um ágangandi atgerðir av kynsligum slagi, og eisini eru ymiskar mannagongdir, ið eru ætlað starvsfólki, sum eru fyri kynsligum ágangi. Mælt verður til, at arbeiðsgevarar eisini brúka hesar vegleiðingar í hesum arbeiði. 

Til ber at lesa meira um politikkir og mannagongir á www.industry.fo