Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

KVØLDSKÚLIN HEVUR OKKURT TIL ØLL

- Tórshavnar Kvøldskúli er framvegis Føroya størsti skúli. Og í ár fegnast vit um, at hann er vorðin enn størri. Næmingatalið er aftur í ár kvinkað uppeftir frá 2.550 næmingum til 2.650 næmingar. Teir eru knýttir at heili 197 skeiðum á ikki færri enn 32 ymsum støðum í kommununi. 

 Soleiðis segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað, tá ið hann helt setanarrøðu, tá ið árliga framsýningin hjá Tórshavnar Kvøldskúla varð sett seinnapartin í dag.

 Borgarstjórin staðfesti, at talan er um Føroya fjølbroyttasta skúla, tá ið hugsað verður um lærugreinir. Framsýningin í ár er tann 41. í røðini.

Skúlin tillagar seg tørvin
 - Kvøldskúlin hevur altíð megnað at laga seg eftir tí, sum hendir í samfelagnum. Vit vita, at nógv er broytt seinastu mongu árini. Millum annað er tørvurin á frítíðartilboðum øktur munandi. Gongdin hevur verið tann, at fólk vilja hava tænastur, tá ið tað liggur best fyri hjá teimum sjálvum. Tað hevur m.a. gjørt, at Kvøldskúlin ikki longur bara er ein kvøldskúli, men eisini ein skeiðsdepil, sum nøktar tørvin allar dagsins tímar.

 - Hetta sæst eisini aftur, har kommunan fyri nøkrum árum síðani keypti fyrst Einars prent og síðani nakrar av gomlu sjónvarpsbygningunum í Vørðsluni, har vit nú hava fingið ein nýggjan undirvísingar- og skeiðsdepil. Og framvegis hava vit møguleikar at víðka virksemið munandi á staðnum, og so brúkar skúlin eisini kommunalu fólkaskúlarnar dúgliga, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Rúm fyri øllum
 - Øll hava áhuga at víðka sjónarringin, og øllum stendur í boði tilboð, ið hóskar til teirra áhuga. Flestu hava eisini áhuga í sosialari samveru og at betra førleikarnar í ymsum, sum kann gera teimum gerandisdagin lættari. Og so eru tað tey mongu, vit síggja blóma sum rættilig listafólk, gávur, ið ofta vóru goymdar, fingu tey ikki møguleikan á Kvøldskúlanum.

 - Hetta at útvega sær førleikar, tað gera fólk heldur ikki bara til stuttleika, men mong taka hetta sum eitt stig á leiðini at koma víðari í skúlaverkinum og fáa sær eina útbúgving. Gamla slagorðið um fólkaupplýsing livir sítt góða lív enn.

 - Kvøldskúlin hevur prógvað, at hann er skúli fyri øll, og at tilboðini fevna um allar allar aldursbólkar og sosialar bólkar. Skúlin kemur tí uttan nakran iva framhaldandi at fáa stóra politiska vælvild í framtíðini – í øllum førum frá kommununi, tí tað tykist tíverri sum, at almenni stuðulin frá landinum ár um ár er víkjandi, legði Heðin Mortensen aftrat.

Framsýningin í ár
 - Her liggur stórarbeiði aftanfyri, og vit fegnast hvørja ferð um alt tað, ið verður sýnt fram.

 - Eg segði, at hetta er framsýning nummar 41 hjá kvøldskúlanum. Ja, líka leingi havi eg verið virkin í býráðspolitikki. Eg havi so at siga fylgt hvørjari framsýning, og eg havi glett meg hvørja ferð. Júst henda framsýning hevur somu støðu sum fleiri aðrar kendar framsýningar eitt nú ólavsøkuframsýningin og várframsýnginin, sum eru afturvendandi ár um ár.

 - Men eg tori at siga, at henda framsýningin hjá kvøldskúlanum hevur eina munandi størri breidd, har ein ektaður eldhugi fyri tí skapandi tilgongdini er sjónlig, og sum altíð megnar at geva eitt jaligt afturljóð í fólkinum. Takk skulu tit hava fyri tað, segði Heðin Mortensen at enda, tá ið hann setti  framsýningina hjá Tórshavnar Kvøldskúla 2016. 

 Heðin Mortensen nýtti eisini høvið at takk Jógvani Søren Hansen, leiðara á Kvøldskúlanum, og starvsfólkunum fyri teirra megnar arbeiði fyri at geva borgarunum í kommununi fjølbroyttar møguleikar og soleiðis gera Tórshavnar kommunu virkna og vakna.